Magnus Jákupsson er í hesum døgum við danska felagi sínum VAT í Saint-Dizier í Champagne-Ardenne-distriktinum í Fraklandi, og har varð av sonnum svomið ‘sjampagnu-svimjing’. Tvey føroysk met og juniormet til unga havnarmannin, 24.70 í 50 firvald og 25.50 í 50 rygg í innleiðandi riðlunum, har hansara egnu met vóru ávíkavist 24.92 frá HS-stevnu í apríl mánaða, og 25.74 frá FM 2011. Magnus skal kappast aftur í morgin og ovurmorgin, í 100 rygg, 200 rygg og 100 firvald, umframt í finalunum í 50 firvald og rygg. Hann hevur bestu tíð frá innleiðandi í 50 rygg, og eisini eina rímiliga góða tíð í 50 firvald, bara ein tíggjundapart aftanfyri Amaury Levaux á 24.6. Sí startlista her.
Russisk svimjistjørna til royndarvenjing í Vági
Nú mánakvøldið kemur russiski OL-svimjarin Anastasia Aksenova til Føroyar, at royndarvenja nakrar vikur hjá Suðuroyar Svimjifelag í Vági. Aksenova er 21 ára gomul, luttók fyri Russland á OL í Beijing í 2008, og hevur russiska metið 53.20 í 100 frí á stuttgeil. Í eina tíð hevur tað verið í umbúna at Anastasia skal koma til Vágs at venja fram til OL í London komandi summar, og nú er tað so greitt, at Anastasia kemur til Føroyar mánakvøldið.
Continue reading Russisk svimjistjørna til royndarvenjing í Vági
So hevur Jeanette Ottesen roynt seg sum stand-up komikari
Sì videobrot her í TV2 Nyhederne, hon er eitt sindur (fyri ikki at siga rættiliga) djørv við sínari joke um ‘special olympics’ :-S
Pál er heiðursmerkjavón hjá dønum
Danski OL-leiðarin Jesper Frigast var fyrr í vikuni og vitjaði í Vági, at heilsa uppá Pál og Jón og restina, og klára nakrar formalitetir í sambandi við komandi Olympisku Leikir. Sambært Frigast er tað nú 99,9% vist at Pál stillar upp fyri Danmark í London, hóast hann til dagliga svimur fyri Føroyar, og vónirnar eru góðar. Les spn.dk og eb.dk.
– Han er i den grad flyvende på 1500 meter, og han har vundet World Cup-løb de seneste måneder og gjorde det godt ved VM.
– Han har god chance for at vinde en medalje. Det er en kæmpe sportslig gevinst. Pál har et stærkt dansk svømmehold, han træder ind i, og han kender dem alle sammen. Det er et godt samarbejde og en stor gevinst for os.
(Jesper Frigast í Vági, myndamaður er Jón Bjarnason)
Úrslit frá FOMM 2011
Myndir frá FOMM 2011
Mínar myndir frá næstu “Føroysku Open Masters Meistarastevnu” eru nú at síggja her á Flickr. Ein spennandi stevna, har til dømis 50 metra frí-kappingin hjá monnum hevði vitjan av so mætum kempum sum Høgna Mikkelsen, Martin Venned og Kristian Olsen. Úrslitalisti og hagtalsfílur koma vónandi seinni.
Rikke Møller Pedersen vísir fram sítt ilttelt
Danska svimjisambandið koyrir eina alvorliga víðkaða útgávu av hæddarvenjing, har tey út yvir traditionellu hæddarlegurnar í t.d. Flagstaff eisini brúka undan-hæddarlegu í eyka høgari hædd (seinast Leadville), og at sova í iltteltum áðrenn og eftir legurnar. Her er tað bringusvimjarin Rikke Møller Pedersen sum vísir okkum sína heimaútgerð.
Reysti fingið heimasíðu
Startlistin til FOMM 2011
So er skráin klár til næstu Føroysku Opnu Masters Meistarastevnu. Vit síggja longu í fyrstu kappingum at teir báðir Jon Hestoy og Høgni Mikkelsen ikki fara at endurtaka holmgonguna í 50 firvald, men at vit hinvegin sleppa at síggja kempur sum Kristian Olsen, Martin Venned og Heina W. Rasmussen í hylinum aftur. Hjá kvinnum verður tað nokk serliga Durita Djurhuus sum fer at imponera, umframt ein rúgva av øðrum gengangarum frá í fjør.
DIF lanserað læringsportal um ítróttarskaðar
Dansk Idræts-Forbund hevur saman við itai a/s lanserað hendan portalin um ítróttarskaðar, við ráðgeving um fyribyrging, skaðaviðgerð og enduruppvenjing. Eitt tað mest áhugaverda er nokk teirra app “Idrætsskader – nej tak” til Android og iPhone, ið inniheldur vegleiðingar til at meta um og hjálpa uppá mest vanligu ítróttarskaðar, við smáum videobrotum og sovorðnum. Ávaring, tað fyllir eitt sindur, til dømis eini 35 MB til Android.