Magnus 26.39 og nr 2 í 50 rygg hálvfinaluni á Danish Open 2014

Magnus Jákupsson svam seg fyri løtu síðani víðari í finalu á Danish Open 2014, tá ið hann í hálvfinaluni í 50 metra ryggsvimjing svam næstbestu tíð 26.39, aftanfyri norska Sverre Næss á 26.18. Finalan verður svomin seinni í hesum stevnuparti. Sí úrslitalistan her.

Óli 15:59.02 og juniormet í 1500 frí á Danish Open 2014

Óli Mortensen tók fyri løtu síðani eitt gott petti av føroyska juniormetinum í 1500 metra frísvimjing, tá ið hann á Danish Open 2014 í Bellahøj svam teinin uppá 15:59.02. Hann átti sjálvur juniormetið á 16:08.20, frá íslendsku meistarastevnuna í 2013, og nú væl eyka fegin fyri at hava svomið seg undir 16 minuttir eisini. Tíðin hjá Óla var hin næstbesta í morgun, og røkkur so væl til eitt 10. pláss í kappingini, tá ið hinir 8 skjótaru íroknað Pál Joensen hava svomið skjótasta riðil, seinnapartin. Óli svimur fyri Havnar Svimjifelag. Sí úrslitalistan her.

Magnus 26.56 og víðari til finalu í 50 rygg á Danish Open 2014

Magnus Jákupsson svam seg í morgun víðari til hálvfinalu á Danish Open 2014, tá ið hann í 50 metra ryggsvimjing svam teinin uppá 26.56 sekund. Hetta var fjórbesta tíð í innleiðandi riðlunum, aftanfyri russiska Vitaly Melnikov á 26.11, norska Sverre Næss á 26.24 og polska Mateusz Wysoczynski á 26.54. Mathias Gydesen eigur danska metið á 25.44, og norski Lavrans Solli tað norðurlendska á 25.15. Sí úrslitalistan her.

Astrið 28.57 og víðari til finalu í 50 firvald á Danish Open 2014

Astrið Foldarskarð megnaði í morgun at svimja seg víðari til hálvfinalu á Danish Open 2014, tá ið hon í 50 metra firvaldasvimjing svam 10. bestu tíð 28.57. Tær eru 16 sum sleppa í hálvfinaluna fyrst í stevnupartinum seinnapartin, og so 8 sum sleppa víðari til finaluna ímóti endanum av partinum, so nú verður spennandi. Poula Ø. Mohr eigur føroyska metið, sum er 28.52 sekund frá HM í 2013. Sí úrslitalistan her.

Magnus 56.06 og nr 3 í 100 rygg á Danish Open 2014

Magnus Jákupsson luttók fyri løtu síðani í 100 metra ryggsvimjing á Danish Open í Bellahøj, og vann hann har bronsu við tíðini 56.06, aftanfyri russiska Vitaly Melnikov á 55.68 og polska Mateusz Wysoczynski á 55.89. Kravtíðin hjá dønum til EM í Berlin var 55.53 í hesi grein, so Magnus hevði skula vunnið til at verða úttikin har. Sí úrslitalistan her.

Pál 1:51.05 og nr 5 í 200 frí á Danish Open 2014

Pál Joensen og Frans Johannesen luttóku fyri løtu síðani í finaluni í 200 metra frísvimjing á Danish Open 2014, og gjørdust teir har ávíkavist nr 5 og 7 við tíðunum 1:51.05 og 1:52.56. Tað var ein nokk so jøvn kapping, har Daniel Skaaning legði harðast út og Mads Glæsner hevði harðasta endaspurt, men har tíðirnar allíkavæl ikki vóru betri enn at eingin dani kláraði teirra kravtíð til EM í Berlin. Norski Marius Solaat Rødland varð nr 4 við nýggjum norskum juniormeti 1:50.56, sí úrslitalistan her.

Cecilia 17:51.83 og føroyskt met í 1500 frí

Cecilia Eysturdal setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met í 1500 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hon á Danish Open 2014 stevnuni í Bellahøj svam teinin uppá 17:51.83. Mona Simonsen átti tað nú fyrrverandi metið á 17:57.61, frá DM í 2009. Samanlagt bleiv Cecilia nr 3 av teimum sum svumu innleiðandi í morgun, og um vit so siga at hini 8 í skjótasta riðli í kvøld svimja skjótari, so endar hon á einum 11. plássi á hesi stevnu. Cecilia svimur fyri Ægir í Klaksvík, besta tíð hjá henni áðrenn hetta var 18:21.37 frá hesi somu stevnu í fjør. Sí úrslitalistan her.

(Cecilia í reyðu Ægir-hettuni á Danish Open 2014. Dan Hjelm eigur myndina)

Magnus í 100 rygg finalu á Danish Open 2014

Magnus Jákupsson svam seg fyri løtu síðani víðari til finaluna í 100 metra ryggsvimjing á Danish Open 2014, tá ið hann svam 57.22 og triðskjótastu tíð í innleiðandi riðlunum, aftanfyri russiska Vitaly Melnikov á 56.99 og polska Mateusz Wysoczynski á 57.05. Kravið til Magnus er 55.53 í finaluni seinnapartin, um hann skal koma við dønum til EM í Berlin í hesi grein. Hansara persónliga met er 55.99.

Pál og Frans í 200 frí finalu á Danish Open 2014

Tey avgreiddu fyri løtu síðani innleiðandi riðlarnar í 200 metra frísvimjing á Danish Open 2014, har Frans Johannesen og Pál Joensen báðir megnaðu at svimja seg víðari til finaluna seinnapartin, Frans við triðbestu tíð 1:50.81 og Pál við fimtbestu 1:51.63. Alvi Hjelm svam 44. bestu tíð 1:58.36, og Eyðbjørn Joensen 50. bestu 1:59.27. Sí úrslitalistan her.

Lív 1:01.51 og føroyskt juniormet í 100 frí í fjør

Her er eitt met sum opinbart er dottið burtur í millum, frá tá ið Lív Erlingsdóttir Eidesgaard í fjør luttók á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung, í Reykjavík í fjør. Lív megnaði tá nevniliga at svimja teinin uppá 1:01.51, sum rakk til eitt fjórðapláss einans 8 hundraðpartar frá bronsuni. Og við tað at føroyska juniormetið stendur at vera Guðrun Mortensen 1:01.62 frá EM í 2012, so má hetta hava verið nýtt føroyskt juniormet. Til lukku við tí, Lív.