Lea 2:39.27 og nýtt føroyskt met og juniormet í 200 bringu

Lea Osberg Højsted megnaði í morgun at seta stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon á SuSvim Open í Páls Høll í Vági svam seg til úrslitið 2:39.27. Hon átti sjálv føroyska metið og juniormetið á 2:41.81, frá FM í fjør. Sí úrslitalistan her á Swimify

Lea í Páls Høll. Danny Osberg Højsted eigur myndina

Lea 33.88 og nýtt føroyskt met og juniormet í 50 bringu

Lea Osberg Højsted megnaði fyri løtu síðani at seta nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon á SuSvim Open í Páls Høll í Vági svam seg til úrslitið 33.88. Hon átti sjálv føroyska metið og juniormetið á 34.01, frá Danish Open í fjør. Sí úrslitalistan her á Swimify

Elisabeth persónligt met í 100 yard rygg og 50 yard frí

Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) setti í gjár stórt persónligt met í 100 yard ryggsvimjing, tá ið hon á 2025 ACC Championship í Greensboro svam seg til úrslitið 53.70 sekund. Besta tíð hjá henni áðrenn hetta, var 54.36 frá Georgia Tech Fall Invitational í november 2024. Tíðin nú rakk til eitt 34. pláss av 55 luttakandi.

Elisabeth setti eisini persónligt met í 50 yard frísvimjing, tá ið hon mikudagin svam seg til úrslitið 23.65, har besta tíð hjá henni áðrenn hetta var 23.67 frá FHSAA Class 1A State Championship í november 2023.

Í dag skal hon royna seg í 200 yard rygg

Greensboro, image courtesy of Chuck Allen CC BY-SA 2.0

Skipan til úttøku av venjarum og leiðarum SSF

Starvsnevnd SSF samtykti herfyri fyrstu útgávu av skipan SSF til úttøku av venjarum og leiðarum, omaná drúgva viðgerð eisini saman við feløgunum. Hetta til at hava greiðar reglur fyri hvussu hesi verða úttikin, umframt at hava grundleggjandi treytir á skrift til hesi.