Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin 8. mars 2025. Hetta var svimjistevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, har tey svumu tvørturum langhylin.

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin 8. mars 2025. Hetta var svimjistevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, har tey svumu tvørturum langhylin.
Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) svam seg í áðni í C-finalu á TYR Pro Swim Series stevnuni í Westmont, Illinois, tá ið hon í innleiðandi 100 rygg varð nr 20 av 28 við tíðini 1:04.99. Sí úrslitalistan her
Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) var í gjár 0.02 sekund frá føroyska metinum í 50 metra ryggsvimjing á langgeil, tá ið hon í B-finaluni á TYR Pro Swim Series stevnuni í Westmont, Illinois svam seg til til úrslitið 29.49 sekund. Sí úrslitalistan her
Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) megnaði nú seinnapartin at svimja seg víðari til B-finalu á TYR Pro Swim Series 2025, tá ið tey í Westmont avgreiddu innleiðandi riðlarnar í 50 metra ryggsvimjing. Úrslitið hjá henni var 29.98 sekund, sum otaði hana eitt stig fram á styrkislistanum, frá fyribils 15. til 14. pláss. Sí úrslitalistan her
Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) luttekur í hesum døgum á stóru TYR Pro Swim Series stevnuni í Westmont, Illinois, saman við amerikanska liði sínum Georgia Tech Jellow Jackets. Sí startlistar og úrslit her á omegatiming.com
Her er startlistin til svimjistevnuna sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin hin 8. mars 2025. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, har tey svimja breiddir í langhylinum.
Her er úttøkuskipanin til EM í Open Water 2025, sum verður í Stari Grad á oynni Hvar í Kroatia hin 28. til 31. mai 2025.
Altjóða svimjisambandið hevur nú lagt út dagførdan lista yvir altjóða yvirdómarar og startar, sum m.a. er víðkaður við tveimum føroyingum afturat.
Rakul í Lágabø er nýggjur altjóða yvirdómari, og John D. Olsen nýggjur altjóða startari, og hava vit sostatt nú 4 altjóða yvirdómarar og 3 altjóða startarar.
Her er innbjóðing til Swim Open Tórshavn 2025, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í nýggja langhylinum í Havn, hin 24. til 26. apríl 2025. Hendan stevna er góðkend av World Aquatics sum úttøkustevna til HM 2025 í Singapore.
Hug at royna teg sum høvuðsvenjari á Akureyri í Íslandi?
Sí viðfestu starvslýsingar á enskum og svenskum.