Spam á svimjing.com

Tey morgunfrísku hava longu sæð tað í morgun, at onkrir kinesarar í nátt stovnaðu konto og løgdu spam á síðuna, við leinki til allan møguligan lort. Heimasíðan hevur til nú verið so mikið opin, at ein og hvør kundi stovna sær eina konto, og síðani byrja at skriva á henni, og tí var tað mest ein spurningur um tíð, áðrenn onkur misbrúkti møguleikan.
Continue reading Spam á svimjing.com

Orsaka um hetta virkar sum ein hetz

IMG_0975Grundleggjandi trupulleikin er, at FINA ikki enn hevur meldað greitt út, hvørjar avleiðingarnar eru av listanum við góðkendum draktum, til dømis viðvíkjandi metum og kravtíðum. Og tí fara øll at gita og kjakast um avleiðingarnar, í øllum førum til FINA hevur gjørt málið eitt sindur greiðari.

Og so blívur man kanska eitt sindur ‘heitur’ eisini sjálvur, tá ið man nú er í gongd, og øll onnur allíkavæl skelda 🙂
Continue reading Orsaka um hetta virkar sum ein hetz

So er svimjing.com 2 ár

Vit byrjaðu á vári 2007 við at hita upp til Oyggjaleikir á Rhodos, og hava síðani upplivað stórhendingar bæði har og á NJM í Føroyum, á donskum meistarastevnum, EJM í Beograd, World Cup í Stockholmi og EM í Rijeka. Umframt á øðrum stevnum, so sum Reykjavík International og Køge Open, umframt sjálvsagt her heima hjá okkum sjálvi eisini. Fyri so nú at skula til Oyggjaleikir og HM í summar, við sannlíkindi fyri eisini har at fáa okkara bestu úrslit nakrantíð.

svimjing_com_stats
Continue reading So er svimjing.com 2 ár

Svimjisambandið fingið nýggja heimasíðu

Sum fleiri av tykkum sikkurt longu hava uppdagað, so hevur heimasíðan hjá Svimjisambandi Føroya í dag skift ham. So skundið tykkum yvir á www.ssf.fo, og lesið til dømis nýtt bræv frá formanninum, um ferðalið til Södertälje og Rijeka, um nýggja landsliðsnevnd, talentliðsvenjing og alt møguligt annað. Nýggja heimasíðan hjá SSF bjóðað m.a. at man kann fáa tíðindi hagani sum RSS, og eg skal tí sum skjótast fara at koyra eisini ta síðuna her á høgra bredda, á sama hátt sum flot.info, fsvim.com, isf.fo og svimjiskulin.com

SSF nýggja heimasíðu
Continue reading Svimjisambandið fingið nýggja heimasíðu

Svimjing.com podcast #1

Ja, tað mátti jú koma, nú vit hava hótt við tí fleiri ferðir. Hetta fyrsta podcast er um hví vit nú royna okkum við einum podcast, um komandi EM í Kroatia, og um alt hitt spennandi sum hendir í føroyskari svimjing, komandi vikurnar. Eisini eitt vet um ‘Klaksvík National’ stevnuna í morgin.

Tað er ikki vist at tað verður akkurát hendan tænastan frá soundcloud.com sum vit fara at brúka í framtíðini, men Bartal helt at teirra avspælari var so flottur, og eg komi ikki yvir at eg ikki kann finna nakað flottari. Og orsaka at her ikki eru ‘jinglur’ og tílíkt sum hoyra útvarpi til… tær koma seinni 🙂

Continue reading Svimjing.com podcast #1

Tíðindi nummar túsund

Greinin her er ‘noda nummar 1000’, sum merkir at tað nú hava verið skrivaðar tilsamans 1000 greinar á svimjing.com, síðani heimasíðan kom á netið tann 1. mars í 2007. Hesar 20 mánaðirnar hevur heimasíðan verið vitjað 73.588 ferðir, har hvør vitjandi hugdi at 3.03 síðum í part. Altso einar 3679 vitjanir um mánaðin, har villasta vikan var EJM-vikan í Beograd, tá ið 2144 vitjaðu heimasíðuna. Og tølini vaksa stútt, so at tað t.d. vóru 4307 vitjanir nú í oktober mánaða 🙂

tidindi_nr_1000

Føroyskur úrslitadátugrunnur á Zoho DB

Havi siti og spæl eitt sindur við Zoho DB, sum er ein skipan til at gera dátugrunnar online, til dømis til at kunna sláa upp føroysk svimjiúrslit. Nú er ikki so nógv hent enn í hesum svimjiári, men her eru so øll úrslitini til nú, har til ber at sortera t.d. eftir hvør sum hevur fingið flest FINA stig, og at filtrera t.d. ein svimjara burtur úr rúgvuni.
Continue reading Føroyskur úrslitadátugrunnur á Zoho DB

Heimasíðan dagførd

Og fyri at siga tað akkurát sum tað er, so eri eg (Rókur) ikki 100% vísur í at tað gekk heilt væl, enn. Trúgvu gestirnir síggja onkran mun uppi í høgra horni beint nú, sum eg má royna at rætta uppá, og so má man líkasum royna alt hitt eisini. Og fráboðanir í telduposti rigga slettis ikki, av tí at tað mótulið ikki finst til hesa útgávu. Men hvat, heimasíðan koyrir enn 🙂