Herferð móti føroysku luttøkuni á HM

Nikki Dryden á swimnews.com hevur seinastu tríggjar dagarnar talað rættiliga harðliga at politikkinum hjá FINA, at veita fíggjarligan stuðul til veikari lond at luttaka á HM. Í tveimum teimum fyrstu greinunum (29. og 30. mars) sleppa vit føroyingar rættiliga snikkaleysir, við tað at hann fyrst og fremst leggur á ‘turistunum’ úr Afrika. Men í gjár er álopið rættað móti teimum 5 londunum sum FINA hevur stuðlað hóast tey ikki eru góðkend av Olympisku nevndini, og tá verður álopið jú beint á Føroyar, bæði so og so.

Fyrsta greinin eitur “Where are all the Women?“, har hann kritiserar at FINA ikki hevur kravt javnt býti millum menn og kvinnur á liðunum. Eftir øllum at døma betalir FINA fyri uppihald og flogferð hjá 4 svimjarum og 2 hjálparfólkum úr hvørjum landi, uttan at krevja at talan skal vera um t.d. 2 menn og 2 kvinnur. Og tí luttaka ein rúgva av londum bara við monnum.

Her er eingin orsøk hjá okkum at føla okkum rakt, við tað at Føroyar luttaka við 2 gentum og 2 dreingjum.

Næsta greinin eitur “Quantity Not Quality: FINA’s Strategy“, har hann leggur á at summi lond luttaka við reinum turistum. Nevnir onkran svimjara úr Ghana, føddur ár 1975, sum akkurát kláraði at svimja undir 4 minuttir í 200 bringu, bara fyri at verða kolldømdur. Og at nógvir rímiliga gamlir luttakarar fóru til Avstraliu fyri síðani at strika sína luttøku í seinastu løtu.

Nøkur citat:

“Why is there a 32 year old who goes a 3:58 in the 200 breast competing at the World Championships? How on earth is that helping to develop swimming in Ghana? I do not think it is. Instead, I think it’s a nice free trip to Australia for a bunch of men.”

“Of those 11, there were three 32 year olds, one 30 year old, and one guy aged 29. Why are they scratching from the 50 free? Too much shopping?”

Men aftur her er eingin orsøk hjá okkum at føla okkum rakt. “So all together, Faroe Isles are doing very, very well” 🙂

Triðja greinin “Money Can Be Spent More Wisely” rakar tó nógv meira plett, á eitt mál sum er ógvuliga eymt fyri okkum føroyingar. Nevniliga at vit ikki hava olympiskan limaskap. Dryden heldur her at FINA-pengarnir eru burturblakaðir, um stuðulin allíkavæl ikki kann føra til OL-luttøku, og tað kann man so diskutera. Talan er sambært Dryden um 5 lond, sum merkir at vit eru 20% av trupulleikanum.

Eg veit hvørki um maðurin er liðugur at skriva um hetta mál, ella um tað hevur nakran týdning fyri hvat fólk halda um politikkin hjá FINA. SwimNews er gott nokk ein tann størsta svimjiheimasíðan í heiminum, sum hevði til dømis 55.405 ‘pageviews’ í gjár, sambært mátingunum hjá Alexa. Men eingin sigur at fólk eru einig, bara tí at Dryden skrivar soleiðis. Vit føroyingar mugu bara royna at hava argumentini klár, ífall at onkur týðandi skuldi sett okkum somu spurningar.

Ella fáa okkum IOC-limaskap 🙂

Phelps náddi ikki tey 8 HM-gullini

Katastrofa! Michael Phelps kom so ræðuliga nær at seta met í tal av gullheiðursmerkjum á éinari stevnu, tá ið hann fyrst vann einstaklingakappingina í 100 firvald á Ian Crocker og síðani nú setti heimsmet í 400 blandað. Men áttanda og trygga heiðursmerkið í 4 x 100 blandað reyk vegna kolldøming, tá ið Ian Crocker tjóvstartaði í innleiðandi riðlinum.

Spurningurin er so hvør sum átti feilin í riðlinum: Firvaldasvimjarin Ian Crocker sum tjóvstartaði, ella bringusvimjarin Scott Usher sum svam beint áðrenn. Venjarar plaga at siga at ábyrgdin er hjá tí sum svimur áðrenn, við tað at næsti svimjari meira ella minni startar ‘blindt’, tá ið hin er komin so og so nær at vegginum, og tann sum svimur tí ikki má slækka av ella kiksa seinasta innslag. Men eg havi ikki sæð riðilin enn, og Eurosport tykist so avgjørt at geva Crocker skyldina.

Drápuliga ærgeligt hjá Michael Phelps, sum bara kundi sita og hyggja at. Hann svam nevniliga ikki innleiðandi riðilin (sum vanligt er, um man hevur nóg nógvar góðar til taks), og sat tí á áskoðaraplássunum meðan hinir kolldømdu seg. Skuldi sjálvsagt svimja í finaluni, tá ið teir komu so langt. Men OK, hann náddi so tey sjey, sum er tangering av gamla metinum hjá Mark Spitz.

Lesið upprunatíðindini á Eurosport

Ægir vann SUM 2007

Árliga SmáUnglinaMeistarastevnan var í Klaksvík nú í vikuskiftinum, har yngru bólkar okkara møttust úr øllum svimjifeløgum í landinum, at kappast um hvør ið skuldi verða føroyameistari ár 2007. Tað vórðu vertirnir úr Klaksvík sum vunnu flest heiðursmerki, við Reka á øðrum plássi og Vágs Svimjifelag á triðja. Serliga Alvi Hjelm úr Ægir gjørdi bart, við at vinna heili 9 gullheiðursmerki, harav ein rúgva var bólkamet.
Continue reading Ægir vann SUM 2007

SUM í vikuskiftinum

Árliga SmáUnglingaMestarastevnan er sum kunnugt í Klaksvík nú í vikuskiftinum, og tað er tí væntandi at hendan heimasíðan verður eitt sindur friðarlig komandi dagarnar, hóast HM, í øllum førum fyri mítt viðkomandi. Hetta tí at kappingarskráin er long har norðuri, og internetsambandið óvist.

Tað eru teir tríggir yngstu bólkarnir sum kappast, sum eru svimjarar frá umleið 1. til 6. klassa í fólkaskúlanum (tey elstu eru eini 12-13 ár). Vit byrja við upphiting nú kl 18, og kappast so frá 19 til 22 í kvøld, fyri síðani at byrja tíðliga í morgin, og so kappast aftur til einaferð út á kvøldið. Og so aftur sunnumorgunin til kl 10, og aftaná kirkjutíð til suðuroyingarnir mugu fara fyri at náa Smyril.

Væntandi verða serliga klaksvíkingar og leirvíkingar stinnir, umframt einstakir frá hinum feløgunum eisini. Men vit fáa at síggja; Reki og HS eru eitt sindur handicappað av at konfirmatión er í Leirvík og Tórshavn sunnudagin, og tað tí kann hugsast at tey missa onkran luttakara.

Kappingin er so vítt eg veit síðsti kjansur hjá teimum í hesum at kvalifisera seg til FM og DÅM (Danske ÅrgangsMesterskaber). Til FM krevst at man svimur minst eina bronsunálatíð, og til DÅM skal man klára donsku kvalifikatiónstíðirnar. Men um svimjarin kvalifiserar seg til FM, so er kanska ein eyka kjansur har at kvalifisera seg til DÅM.

Gev tó gætur, at tað ikki er 100% vist at SSF skipar fyri túri til DÅM aftur í ár. Ikki at eg veit at tey ikki gera tað, men eg veit heldur ikki um tey gera tað 🙂

Tvey heimsmet afturat í morgun

Tey eru nú komin uppá 12 heimsmet tilsamans, sum má vera nær metinum í heimsmetum á éinari stevnu. Amerikanski Ryan Lochte vann á heimsmethaldaranum Aaron Piersol (eisini úr USA), við at svimja 200 rygg á 1:54.32. Og amerikanska stafettin í 4 x 200 frí setti eisini heimsmet við tíðini 7:03.24.
Continue reading Tvey heimsmet afturat í morgun

Mona Simonsen sett met í 800 frí í nátt

Ja nú hava so øll fýra sett føroyskt met, sum eru til HM í Melbourne. Mona Simonsen úr TS svam teir 800 á 9:18.65, og betraði harvið gevaldiga um sína persónligu bestu tíð á 9:35.39. Hetta flutti hana eini 9 pláss fram á úrslitalistanum, frá 44 av 51 til 35 av 50. Kristian Olsen varð við 24.65 nýggju tíggjundapartar ov stuttur til at betra um sítt egna met í 50 frí, á 24.56.

Pál Joensen og Jutta Thomsen hava eisini svomið væl, um enn meira ‘deyðiligt’ enn Mona. Pál betraði seg frá 26.88 til 26.03, og Jutta frá 9:33.64 til 9:32.79. Hetta gav Pál eina endaliga plasering sum nr 115 av 191, og Jutta eina sum nr 42 av 50. Kristian Olsen endaði sum nr 77 av 191.

Jutta Thomsen átti forrestin føroyska metið í 800 frí, við teimum nevndu 9:33.64, sum hon svam á EJM á Mallorca í 2006. Báðar svumu tískil undir føroyska metið, um enn Mona gjørdi tað væl ógvusligari enn Jutta.

Saman um tikið hava føroyingarnir nú sett 5 føroyskt met á HM í Melbourne. Jutta Thomsen í 200 frí við 2:10.81, Mona Simonsen í 800 frí við 9:18.65, Kristian Olsen í 100 frí við 54.43, og Pál Joensen í 400 frí við 4:08.40 og 800 frí við 8:30.31. Éin kapping er eftir at svimja, sum er Pál í 1500 frí, har hann mest sannlíkt kann seta føroyskt met eisini.

Hackett umhugsar at melda frá í 1500 frí

Hann hevur vunnið teir 1500 fýra HM á rað, men ivast nú í um tað loysir seg at royna fimtu ferð. Varð jú einans nummar 3 í 400 frí, og endaði sum nummar 7 í 800 frí. Samstundis hava aðrir stórir 1500 metra svimjarar sum t.d. Larsen Jensen bara hvílt seg, heldur enn at rokast á stytru teinunum.

Orsøkin er náttúrlig nokk. Hann varð opereraður í akslunum tíðliga í 2006, skifti venjara rímiliga stutt áðrenn HM, og helt sjálvur at tað ávirkaði hansara fyrireiking til HM.

Tað er heldur ikki tí at hinir eru farnir frá honum, tí allir vóru langt frá hansara meti í 800 frí (Mellouli vann við 7:46.95, Hackett hevur metið við 7:38.65), og heldur ikki í nærheitini av teimum 400 frí hjá Iani Thorpe (Park vann við 3:44.30, Ian Thorpe hevur metið við 3:40.08).

Men altso, hesu ferð er hann ikki væl fyri, og spurningurin er tí um tað loysir seg at yvirhøvur royna á teimum 1500. Hann ætlar sær tó eftir øllum at døma at svimja innleiðandi, áðrenn hann avger nakað.

Lesið tíðindini á eurosport.com

“So all together, Faroe Isles are doing very, very well”

Vónandi fái eg ikki Eurosport upp á nakkan fyri at vísa hetta lítla brotið her, har Jutta svimur 200 frí og setur føroyskt met. Haldi tað er áhugavert at síggja hvussu væl Eurosport tekur fram sjálvt hesar í alheims høpi smáu svimjarar, og hoyra hvussu kompetentur og áhugaður journalisturin hjá teimum er.

Hann gitir til dømis at hetta er ein roynd eftir føroyska metinum, og leggur til merkis at hon sparkar meira enn Mona Simonsen gjørdi í riðlinum beint áðrenn. Minnist til navnið ‘Simonsen’ eisini. Og tosar um ‘same swimming suit style’, hvat hann so meinar við tað. Aftaná riðilin nevnir hann hvussu stór betringin er í mun til tilmeldingartíðina.

Í riðlinum hjá Monu legði hann til merkis hvussu lítið hon sparkaði, sjálvt seinastu longdina, og gitti at hon mátti vera langteinasvimjari. Púra rætt, vita vit føroyingar, men man má altso taka hattin av fyri einum journalisti sum dugir og orkar hetta, at fylgja við í øllum riðlum, hóast at talan er um yvir 2000 svimjarar tilsamans.

Her er brotið (ca. 8 MB tilsamans). Eg vildi gjarna víst tað í betri góðsku – og veit eisini hvussu man ger – men tori ikki so væl, vegna copyright og alt hatta har. Hetta við copyright er fremsta orsøkin til at tað er so soltið við videoum her á síðuni.

Get the Flash Player to see this player.

Heimsmet aftur í morgun

Michael Phelps hevur aftur sett heimset, sítt triðja higartil á heimsmeistarastevnuni í Melbourne, og fjórða gullheiðursmerkið. Hesu ferð var tað í 200 blandað, har hann svam 1:54.98, og átti tað gamla frá 2006 á 1:55.84. Leila Vaziri tangeraði sítt met frá semifinaluni í gjár, tá ið hon nú í finaluni aftur svam 28.16. Amerikansku kvinnurnar settu heimsmet í 4 x 200 frí. Og Nathalie Coughlin var akkurát 1/10 sekund frá at taka metið frá týsku Brittu Steffen í 100 frí, tá ið hon nú í semifinaluni svam teir 100 á 53.40 (metið er 53.30).

Heimsmethaldarin Jessicah Schipper vann gull í 200 firvald, Kitajima fekk bestu tíð í semifinaluni í 200 bringu, og amerikanski Ryan Locthe vann varð skjótastur í 200 rygg. Har vóru tveir vinnarar í 100 frí hjá monnum, Brent Hayden og Filippo Magnini úr Kanada og Italia, meðan Pieter van der Hoogenband bara bleiv nr 6. Nú róti eg eitt sindur runt í tí her, og listi tí heldur bara úrslitini upp her niðanfyri, í tíðarrøð:

100 frí kvinnur, semifinala

  1. Nathalie Coughlin (USA), 53.40
  2. Lisbeth ‘Libby’ Lenton (AUS), 53.85
  3. Britta Steffen (GER), 54.05

200 blandað menn, finala

  1. Michael Phelps (USA), 1:54.98 (WR)
  2. Ryan Lochte (USA), 1:56.19
  3. Laszlo Czeh (HUN), 1:56.92

200 bringu kvinnur, semifinala

  1. Leisel Jones (AUS), 2:23.75
  2. Kirsty Balfour (GBR), 2:25.45
  3. Suzaan van Biljon (RZA), 2:25.56

100 frí, finala

  1. Filippo Magnini (ITA), 48.43
    Brent Hayden (CAN), 48.43
  2. Eamon Sullivan (AUS), 48.47

200 firvald kvinnur, finala

  1. Jessicah Schipper (AUS), 2:06.39
  2. Kimberly Vandenberg (USA), 2:06.71
  3. Otylia Jedrzejczak (POL), 2:06.90

200 bringu menn, semifinala

  1. Kosuke Kitajima (JAP), 2:10.30
  2. Brenton Rickard (AUS), 2:11.41
    Paolo Bossini (ITA), 2:11.41

50 rygg kvinnur, finala

  1. Leila Vaziri (USA), 28.16 (=WR)
  2. Aliaksandra Herasimenia (RUS), 28.46
  3. Tayliah Zimmer (AUS), 28.50

200 rygg menn, semifinala

  1. Ryan Lochte (USA), 1:55.99
  2. Aaron Piersol (USA), 1:56.39
  3. Markus Rogan (AUT): 1:56.62

4 x 200 frí kvinnur, finala

  1. USA, 7:50.09
  2. Týskland, 7:53.82
  3. Frankaríki,  7:55.96