Suðuroyar Svimjifelag vann ársins fyrstu stevnu

Fyrsta stevna í svimjiárinum 2007-2008 var í Klaksvík nú í vikuskiftinum, har svimjarar úr bólki 3 og eldri møttust at kappast í øllum greinum og á øllum teinum upp til 400 frí. Eitt vikuskifti fylt við áhugaverdum holmgongum millum bestu svimjarar í ymisku bólkunum, og í samlaðu kappingini um at vinna flest heiðursmerki.

GEV GÆTUR! Tað tekur tíverri so mikið langa tíð at fáa fatur á rættari RE-fílu, at eg nú havi valt heldur at rætta heiðursmerkjalistarnar í hesi grein sambært uppteljingunum á tsvim.com, enn at lata mínar skeivu standa.
Continue reading Suðuroyar Svimjifelag vann ársins fyrstu stevnu

Innbjóðing til Ægir stevnu 2007

Viðfest her er innbjóðing til Ægir stevnu tann 15. – 17. september 2007, fyri svimjarar í bólki 3 og eldri. Byrjað verður við upphiting leygarmorgunin kl 8, og kappast verður so leygarmorgun, leygardag og aftur sunnudag seinnapart. Innbjóðingin skal vera inni í seinasta lagi hósdagin 13. september, og annars eru vanligu reglur fyri svimjistevnur galdandi.

Avstralia heimsmet í 4×100 frí hjá kvinnum

Tær fýra Libby Lenton, Melanie Schlanger, Shayne Reese and Alice Mills soraðu í dag heimsmetið í 4×100 frí á stuttbana, tá ið tær á avstralsku meistarastevnuni svumu teinin á 3:31:66, heili 1.66 sekund skjótari enn gamla metið hjá Niðurlondum. Øgiligt at síggja at Libby Lenton svam klárt bestu splitt-tíð av teimum fýra, bara 0.21 sekund frá sínum heimsmeti, hóast hinar tríggjar jú hava fyrimun av ‘flúgvandi starti’.

Splitt-tíðirnar hjá teimum fýra vóru 51.91 (Libby Lenton), 53.23 (Melanie Schlanger), 53.27 (Shayne Reese ) og 53.25 (Alice Mills). Til samanberingar svumu hálendarar 53.52 (Inge Dekker), 53.63 (Hinkelien Schreuder), 54.00 (Chantal Groot) og 52.17 (Marleen Veldhuis), tá ið tær í 2006 settu tað nú fyrrverandi heimsmetið á heimsmeistarastevnuni í stuttum hyli.

Lesið meira her á SwimmingWorld.

NJM 2007 fingið heimasíðu

Sum kunnugt skipar Svimjisamband Føroya fyri Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuna í svimjing í ár, at verða í Tórshavn frá 1. til 2. desember 2007. Fyrireikingarbólkurin hevur í tí sambandi gjørt eina serliga heimasíðu til stevnuna, kallað njm2007.com, sum skal kunna um karmar, skrá, úrslit og so framvegis.

Í løtuni er ikki so nógv annað at síggja á hasari síðuni, enn ein posturi við innbjóðingini, ein frágreiðing um karmarnar, ein skrá yvir kappingarnar og so leinki til viðkomandi svimjisambond. Men har verður óivað meira, so hvørt sum stevnan nærkast. Tað er undirritaði sum hevur ábyrgd av heimasíðuni, og eg ætli so í øllum førum at gera mítt til at alt viðkomandi verður at finna har, á enskum og føroyskum.

Annars er tað at siga um fyrireikingarnar til nú, at vit hava fingið rímiligt skil á sjálvar karmarnar um stevnuna. Stevnan verður í Svimjihøllini í Gundadali, teir útlendsku svimjararnari fara at búgva og eta morgunmat á Kerjalon (t.e. vallarheimið við Hotel Føroyar), og eta so døgverða og náttverða á Hvonn niðri í býnum. SSF skipar fyri regluligum flutningi millum hotel og høll og Hvonn.

Men nógv er eftir, so sum at skaffa hjálparfólk og greiðir til at gera seta stevnuna til nakað heilt serligt. NJM hevur ofta hug til at vera ‘bara ein vanlig stevna’, tá ið hon verður fyriskipað av grannalondum okkara; men tað er væl eingin orsøk til at vit ikki kunnu royna at vísa okkum frá okkara allarbestu síðu, tá ið tað kemur til fyriskipan av svimjistevnu.

Vónandi hugsar tú eisini um hetta, um fyrireikingarbólkurin ein dag skuldi ringt til tín við einum fyrispurningi um hjálp. Tí hvør veit – kanska verður tað akkurát tín hjálp sum ger at vit kunnu fáa eina slíka stóra stevnu til Føroyar aftur 😉

Nýtt heimsmet í 4×200 frí

Teir fýra Kirk Palmer, Grant Hackett, Grant Brits og Kenrick Monk hava á avstralsku stutthyljameistarastevnuni í dag betrað um heimsmetið í 4×200 frí, við at svimja teinin á tilsamans 6:52.66. Hetta er næstan fýra sekund skjótari enn gamla metið á 6:56.41, sum William Kirby, Ian Thorpe, Michael Klim og Grant Hackett settu fyri Avstraliu í 2001. Grant Hackett var eisini líka við at betra um sítt heimsmet í 400 frí, fyrr um kvøldið.

Lesið tíðindi her á SwimmingWorldMagazine. Splitt-tíðirnar í stafettini vóru 1:43.12 (Kirk Palmer), 1:42.75 (Grant Hackett), 1:44.01 (Grant Brits) og 1:42.78 (Kenrick Monk). Grant Hackett var sum nevnt eisini heilt nær (0.78 sekund) frá at betra um sítt heimsmet í 400 frí, tá ið hann svam teinin á næstskjótastu tíð nakrantíð, 3:35.36, har heimsmetið hjá honum er 3:34.58.

Hackett er við aftur

Avstralski Grant Hackett hevur í morgun svomið 800 frí á næstskjótastu tíð nakrantíð í søguni, 7:27.81 (í 25 metra hyli), har heimsmetið er 7:25.28. Hetta var á avstralsku stutthyljameistarastevnuni í Melbourne, sum júst er byrjað. Hackett var faktiskt skuffaður av ikki at seta heimsmet, og heldur at tað nokk var teir innleiðandi í 200 frí fyrr í morgun sum tóku broddin av honum. Lesið á SwimNews ella Swimming Australia.

Metnógvir føroyingar til Køge Open í ár

Frætti sum slatur í gjár at vit væntandi skulu við tveimum flúgvarum til Køge Open í ár, av tí at vit ikki passa í eitt. Flogførini hjá Atlantic taka upp í 96 fólk, so tað má merkja at vit vera í øllum førum um 100 fólk í Køge í oktober 🙂

Køge Open er árlig altjóða svimjistevna hjá Køge Svømmeklub, sum føroysk svimjifeløg hava luttikið á í fleiri ár eftirhondini. Í ár fara í øllum førum fýra svimjifeløg – tak meg ikki í tí, men eg meini tey eru FLOT, Fuglafjarðar Svimjifelag, Reki og Ægir.

Føroyingar hava klárað seg rættiliga væl á stevnuni, serliga í kraft av Elspu Mørkøre sum eigur heili 10 av teimum 17 metunum hjá gentum í ‘gruppe 2’. Føroyingar gjørdust nr 2 í kappingini í fjør, tá ið øll stig vórðu samanløgd, umframt at Elspa stendur upplistað fyri besta bragd hjá juniorgentum (747 stig í 200 frí).

Innbjóðing til Metstevnuna 2007

Árliga metstevnan verður í Tórshavn 25.-26. august, har svimjarar fáa ein síðsta kjans at seta met í nú skjótt farna svimjiárinum 2006/2007, áðrenn vit skifta svimjiár tann 1. september. Hetta hevur týdning hjá serliga bólkasvimjarum, við tað at teir eldru av teimum skifta bólk tá ið svimjiárið skiftir.

Tvøroyrar Svimjifelag hevur lagt út hesa skrá á heimasíðu síni tsvim.com, sum eg tí loyvi mær at endurgeva her.

Leygarmorgun: Upphiting kl 8.00, kapping kl 9.00

  • Kapping:1   400 metur  blandað gentur
  • Kapping:2   200 metur bringa dreingir
  • Kapping:3   100 metur rygg gentur
  • Kapping:4   100 metur firvald dreingir
  • Kapping:5   200 metur frí gentur
  • Kapping:6   50 metur rygg dreingir
  • Kapping:7   50 metur firvald gentur
  • Kapping:8   400 metur frí dreingir
  • Kapping:9   200 metur bringa gentur
  • Kapping:10  200 metur blandað dreingir
  • Kapping:11  4×100 metur blandað gentur
  • Kapping:12  4×100 metur frí dreingir                                

Leygardag: Upphiting kl 15.00,  kapping kl 16.00

  • Kapping:13  200 metur rygg dreingir
  • Kapping:14  100 metur blandað gentur
  • Kapping:15  50 metur bringa dreingir
  • Kapping:16  100 metur firvald gentur
  • Kapping:17  100 metur frí dreingir
  • Kapping:18  50 metur rygg gentur
  • Kapping:19  200 metur firvald dreingir
  • Kapping:20  400 metur frí gentur
  • Kapping:21  100 metur blandað dreingir
  • Kapping:22  100 metur bringa gentur
  • Kapping:23  4×50 metur blandað dreingir
  • Kapping:24  4×50 metur frí gentur

Sunnumorgun: Upphiting kl 8.00,  kapping kl 9.00

  • Kapping:25  800 metur frí gentur
  • Kapping:26  1500 metur frí dreingir
  • Kapping:27  50 metur frí gentur
  • Kapping:28  100 metur bringa dreingir
  • Kapping:29  200 metur rygg gentur
  • Kapping:30  100 metur rygg dreingir
  • Kapping:31  4×200 metur frí gentur
  • Kapping:32  4×200 metur frí dreingir                                 

Sunnudag: Upphiting kl 14.00,  kapping kl 15.00

  • Kapping:33  200 metur frí dreingir
  • Kapping:34  200 metur firvald gentur
  • Kapping:35  50 metur firvald dreingir
  • Kapping:36  100 metur frí gentur
  • Kapping:36  100 metur frí gentur
  • Kapping:37  4×100 metur blandað dreingir
  • Kapping:38  4×100 metur frí gentur
  • Kapping:39  200 metur blandað gentur
  • Kapping:40  400 metur blandað dreingir
  • Kapping:41  50 metur bringa gentur
  • Kapping:42  50 metur frí dreingir
  • Kapping:43  4×50 metur blandað gentur                               

Tilmeldingarnar skulu sendast til lssa[kurla]post.olivant.fo mikudagin 23. august kl 21.

Splitt-tíðir og annað frá EJM 2007

Til allar áhugaðar svimjinørdar, so kunnu splitt-tíðir, frekvensur og tílíkt hjá Elspu Mørkøre síggjast og samanberast við úrslitini hjá hinum gentunum í semifinalu og finalu á EJM 2007, við at fara her og velja at síggja spjaldrasíðuna “WBAC50F”. Vit síggja at Elspa hevur næstbestu armtakslongd av øllum, men hinvegin ikki heilt frekvensin hjá teimum skjótastu.

Vinnarin C. Zenner hevur ein meðalfrekvens á 51 armcyklur/min yvir teir 50 metrar rygg, og harvið eina meðal armtakslongd á 1,95 metrar, meðan nr 2 hevur ávíkavist 47 og 2 metrar, nr 3 hevur 56 og 1,71 metrar, og ein til samanberingar innskotin heimsstøðissvimjari hevur 56 og 1,76 metrar. Elspa hevur so aftur til samanberingar 44 í frekvens og 2,09 metrar lang tøk, sum alt annað líka merkir at hon hevur ein teknikk á heimsstøði (við tað at hon kann svimja so langt í hvørjum armtaki), men ikki heilt krefturnar til at fáa armarnar so skjótt runt. Ella møguliga hugsar eitt vet ov nógv um armtakslongd, so at frekvensurin fellur eitt sindur ov nógv.

Men bíða nú, nr 5 hevði enn longri armtøk sum Elspa (2,1 metur), og næstan líka so spakuligan frekvens (45), so sum ikki einaferð er alt individuelt. Tað er ikki fyrr enn vit síggja Elspu tvær ferðir í slíkum kappingaranalysum, at vit veruliga kunnu byrja at samanbera.

Tíverri finnast splitt-tíðirnar bara hjá Elspu í 50 rygg, og ongar hjá hinum annars góðu EJM-luttakarunum hjá okkum, av tí at Rejn Haljand bara leggur analysurnar hjá semifinalu- og finalu-luttakarum út á heimasíðu síni.