Lesið her á susvim.com. Tey sum luttaka fyri Suðuroyar Svimjifelag, eru Shaila millum Garðarnar, Dánjal Martin Hofgaard, Pál Joensen, Mona Simonsen og Malan Vitalis Bærendsen. Jutta Thomsen og Elspa Mørkøre fara eisini at luttaka á DM.
Category: Kapping
Kate Ziegler sett heimsmet í 800 og 1500 frí
Amerikanska Kate Ziegler hevur ordiliga gjørt um seg á Alex Athletics Challenge í Essen, Týsklandi, við at taka heimsmetið í 1500 frí á stuttbana, og í somu atløgu seta nýtt heimsmet í 800 frí. Nýggju heimsmetini eru 8:09.68 í 800 frí, og 15:42.39 í 1500. Laure Manadou átti bæði metini áðrenn. Sí swimmingworldmagazine.com.
Føroya Banka Cup skrá og tíðarætlan
Viðfest er skráin yvir hvussu riðlarnir eru skipaðir, og tíðarætlan fyri allan leygardagin. Fyrireikararnir viðmerkja at feløgini gjarna mugu senda stafettseðlarnar, um teir eru klárir, og sjálvsagt koma við broytingum um nakað er.
Luttakaralistin til Føroya Banka Cup klárur
Viðfestur er listi yvir tey sum luttaka á svimjistevnuni í Fuglafirði komandi leygardag. Avvarandi verða biðin um at hyggja listan ígjøgnum, og seta seg í samband við fyrireikararnar ífall okkurt er galið. FLOT og HS hava ikki boðað frá luttøku enn.
Elspa sett seks met afturat (!)
Elspa hevur so sanniliga fingið ein góðan start uppá sína venjing í Danmark, nú hon uppá tvey vikuskifti hevur sett tilsamans 9 føroysk met. Sum tit kunnu lesa m.a. her á ssf.fo, so hevur hon á Thisted Cup í vikuskiftinum sett føroysk met í 100 firvald (1:05.51), 100 frí (58.07), 100 blandað (1:05.73), 200 blandað (2:21.22), 50 rygg (29.36) og 100 rygg (1:03.78) , harav hon átti øll áðrenn uttan metið í firvald.
Innbjóðing til Føroya Banka Cup í Fuglafirði
Fuglafjarðar Svimjifelag bjóðar í viðfesta skjali til svimjistevnu fyri bólkar 1 og 2, at verða í Fuglafirði leygardagin 13. oktober kl 11:00. Bólkur 2 Bólkur 1 sleppur at hita upp frá kl 09:45, og bólkur 1 bólkur 2 sleppur so til tá ið bólkur 2 bólkur 1 er liðugur at kappast. Heiðursmerki verða handað í øllum kappingum.
Continue reading Innbjóðing til Føroya Banka Cup í Fuglafirði
Elspa sett trý føroysk met í vikuskiftinum?
Elspa Mørkøre hevur sambært sport.fo sett trý føroysk met í vikuskiftinum, á teimum trimum rygg-teinunum sum eru. Í 50 rygg var tíðin 29.43, í 100 rygg 1:03.87, og í 200 rygg 2:16.03. Viðmerkjast skal tó at nýggju metini ikki eru váttað av SSF enn, og tískil møguliga ikki eru galdandi, vegna reglurnar fyri hvussu ein kann seta føroyskt met.
Ikki at eg hervið pástandi at har var nakað galið; men har eru bara ymiskar reglur sum fyrr hava forðað føroyingum í at seta met uttanlanda. Um ikki reglurnar eru broyttar her tað seinasta árið, so er tað okkurt við at Elspa skal hava luttikið fyri landsliðið, ella at luttøkan á svimjistevnu uttanlanda skal hava verið fráboðað SSF í góðari tíð.
Eg kenni ikki umstøðurnar nóg væl, men róti meg út í hetta fyrivarni vegna at Kári á Høvdanum brendi seg av líknandi umstøðum í fjør.
Landsliðskravtíðir hærdar nok so nógv.
Ein kan nú lesa á heimasíðuni hjá SSF at kravtíðirnar til unglinga og elitu-landsliðið eru klárar. Nakað sum ein leggur til merkis beinan vegin er, at nú skal svimjingin enn eitt gear upp fyri at kunna verða við. SSF hevur jú lagt fram skrá fyri altjóða kappingar sum okur kunnu lutaka í fleiri ár fram, um okur bert svimja skjótt nok 🙂
Ja avbjóðingarnar eru har, og eftir stendur spurningurin, hvussu nógv taka av tilboðnum ?
Eitt nú skulu føroysku unglingarnar taka seg saman um SSF ikki bert skal hava 2 svimjarar við til komandi NJM kappingina sum SSF skal fyriskipa í Havn í desembur.
Hvat halda tykur venjarar um krøvini, og hvussu reagera tykra svimjarir ?
Hvat halda tykur um kappingarnar sum eru fyri eldru føroysku svimjararnir í Føroyum, altso kappingar her heima á klettunum ?
Eg sakni altso fleiri møguleikar fyri at kunna klára hesar kravtíðir, ella møguleikar fyri at kunna testa formin.
Hjálparfólk ynskjast til NJM 2007
Sum kunnugt verður Norðurlendska JuniorMeistarastevnan 2007 í Tórshavn tann 1. – 2. desember í ár, og Svimjisambandið skal í hesum sambandi skaffa eina rúgvu av dómarum og hjálparfólkum til stevnuna. Heitt verður tí á øll føroysk svimjifeløg um at skaffa 4 hjálparfólk í part, og senda Dan Hjelm lista við nøvnunum í seinasta lagi tann 20. november kl 18. Vinarliga spjaðið tíðindini; og bjóðið tykkum annars endaliga fram, um tit hava hug at hjálpa okkum við hesi sera spennandi uppgávu 🙂
Innbjóðing til Odda stevnu 2007
Suðuroyar Svimjifelag bjóðar til Odda stevnu í Vági, nú leygardagin 22. september. Eg veit tíverri ikki so nógv um stevnuna, annað enn at hon sambært Reidari verður fyriskipað so at norðingar kunnu koma suður og norður aftur leygardag, uttan altso at skula sova har ella nakað. Nýggjar tíðir, nú øll verða bleytari og bleytari av teimum mongu tunnlunum.
Continue reading Innbjóðing til Odda stevnu 2007