Viðfest er skráin fyri stevnuna í Vági nú í morgin og ovurmorgin. Vit síggja at luttøkan er rættiliga góð, úr øllum aktivum feløgum í landinum.
Category: Kapping
Stefan Nystrand sett evropeiskt met í 100 frí
Svenski Stefan Nystrand setti í dag nýtt evropeiskt met í 100 frí á stuttbana, við tíðini 46.48, á World Cup stevnuni í Stockholm. Hetta er samstundis besta tíð í heiminum í ár. Danska Lotte Friis vann 800 frí, svenska Therese Alshammar vann 50 frí við 23.79, og sviar vunnu eisini bæði gull og silvur í 200 frí. Lesið á SwimInfo og í SwimNews.
Samandráttir av UM
Eg eri tíverri sjálvur rættiliga undirdíktur av arbeiði í løtuni, og nái tí illa at skriva nakran líkinda samandrátt í nærmastu framtíð. Men Jón Bjarnason hevur ein áhugaverdan samandrátt av UM 2007/2008 her á susvim.com, og onkur vælvitandi skrivar eisini um stevnuna her og her á Sport.fo.
Continue reading Samandráttir av UM
Enn eitt met til Pál
Ja so kláraði hann eisini at seta føroyskt met í 400 blandað. Kristian Martin Joensen átti gamla metið á 4:39.08 frá 1997, men í dag svam Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag teinin á 4:37.01. Sjálvsagt ógvuliga ógvuliga flott av vágbinginum, um enn vit eftirhondini bara vænta meira og meira av honum.
Sum viðfesta mynd vísir, so stóð Kristian Martin sjálvur á kantinum og heppaði á Pál Joensen, tá ið Pál tók metið. Soleiðis er tað lukkutíð í føroyskari svimjing; at svimjararnir gjarna vil eiga metið eina løtu, men so eisini ynskja at tey verða tikin aftur. Vit skulu jú helst gerast betri og betri allatíð, so at okkara svimjarar ein dag kunnu standa seg móti heimsins kempum.
Og hvør veit, kanska er tann dagur her longu 1. desember, tá ið Pál og Kári og hini skulu kappast á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni 2007, á heimabana í Tórshavn. Man torur einki at vænta, tí bara éitt gullmerki hevði verið óhugsandi fyri bara nøkrum fáum árum síðani. Meen men… um vit hyggja at tíðunum, og at tíðunum hjá hinum… so sær tað gott út 🙂
Myndir frá UM og Køge
Pál sett met í 200 blandað
Pál Joensen úr Vági heldur á at svimja skjótt, nú hann á UM í dag svam nýtt føroyskt met í 200 blandað við tíðini 2:11.33. Hetta var nærum eitt sekund betri enn gamla metið á 2:12.19, sum Kristian Martin Joensen setti í 1997; og venjarar á kantinum hildu at har avgjørt er møguleiki fyri at hann í morgin fer at taka metið eisini í 400 blandað frá Kristian Martin Joensen.
Harvið eru skjótt eingi met eftir hjá harkaliðnum úr 90-unum, og ættarliðsskiftið tí nærum fullfíggjað. Pál er so mikið góður firvaldasvimjari, at hann man fara at kunna taka metini í 50 og 100 firvald eisini, ella pressa onkran av hinum kempunum frá í dag til at seta met. Og so er bara, ‘bara’ bringuteinarnir eftir, har metini hjá Asbjørn Hansen, Inga Andreasen og Høgna T. Hansen spøkja.
Annars var hetta aftur ein heldur friðarligur dagur á UM, tá ið man sær burtur frá Pál Joensen. Uppmøtingin er ikki serliga góð til hesa unglingameistarastevnu – heldur ikki hóast seniorarnir eisini eru bjóðaðir við – og stemningurin er yvirhøvur rættiliga avdempaður. Kappingin koyrir heilt ókey, men har manglar eitt sindur av kríggi á kantinum,og har eru kanska í so fáar veruligar holmgongur millum svimjarar. Kanska tað kemur í morgin 🙂
2 met í fyrsta parti av UM
UM skráin klár
Viðfest er skráin yvir hvussu svomið verður á UnglingaMeistarastevnuni í Klaksvík, nú í morgin og ovurmorgin.
Innbjóðing til Skeggjar-stevnu 2008
Svimjifelagið Skeggjar bjóðar til svimjistevnu fyri bólk 1 og 2, í skúlanum við Gøtugjógv tann 2. februar 2008. Freistin at melda til er leygardagin 26. januar 2008 kl 18:00. Sí annars viðfestu innbjóðing og kappingarfílu.
Innbjóðing til Suðuroyar Sparikassa Cup
Suðuroyar Svimjifelag bjóðar á heimasíðu síni til Suðuroyar Sparikassa Cup tann 16.-18. november 2007, fyri bólk 3 og eldri. Feløgini skulu sum vant hava minst 2 hjálparfólk við sær, og freistin at melda til er úti tann 15. november kl 17:00. Kappingarfílan er viðfest.