Innbjóðing til HS stevnu 12.-13. januar 2008

Susvim hevur sum tit síggja her fingið fatur á innbjóðingini til HS stevnu 12. og 13. januar 2008. Stevnan er fyri bólk 3 og eldri, tað vil siga svimjarar føddir ár 1995 ella fyrr. Kappast verður í øllum greinum upp til 400 blandað, men tó so uttan nakra stafett yvirhøvur. Eg viðfesti innbjóðing og kappingarfílu tá ið eg havi fingið fatur á hesum.
Continue reading Innbjóðing til HS stevnu 12.-13. januar 2008

Gott nýggjár

DSC_0065Árið 2007 var eitt fantastiskt ár fyri føroyska svimjing. Gott HM í Melbourne, har sjálvt viðmerkjarin hjá Eurosport legði til merkis hvussu væl tær báðar Mona og Jutta svomu. Fantastiskir oyggjaleikir, har vit domineraðu yvir allar tjóðir. Fyrstu gullheiðursmerki á NJM, umframt yvirhøvur eina plasering millum hinar tjóðirnar sum verður torfør at endurskapa. Og so Pál 🙂
Continue reading Gott nýggjár

Elspa heim at kappast í januar?

Kringvarpið skrivar her at Elspa skal kappast í 200 blandað nú leygardagin í Esbjerg. Hetta er sum kunnugt greinin har hon fyrr í desember var sera stutt frá at seta danskt juniormet. Og rættiliga áhugavert, so skriva tey eisini, at “gongst sum ætlað, verður Elspa Mørkøre við í kapping her heima fyrst í nýggja árinum”

Hyggja vit í kalendaran hjá SSF, so er kapping her heima annaðhvørt HS-stevnan 13.-14. januar, ella ‘føstulávints-kappingin’ í Klaksvík tann 17. februar. Altso um talan skal vera um kapping ‘fyrst í nýggja árinum’, tí eftir tað er steðgur í kalendaranum inntil FM í apríl.

Elspa ger um seg á Flatlondum

Lesið her á sport.fo. Elspa Mørkøre hevur betrað um sína bestu tíð í 200 blandað, so at hon nú svimur 2:18.40 har føroyska metið hjá henni sambært ssf.fo er 2:21.22. Til samanberingar er danska juniormetið  2:17.14, so talan er um veruliga høgt støði hjá Elspu.

Skribenturin á sport.fo hevur eisini rættiliga hvassan kritikk av hvussu SSF forsømir at dagføra síni met á heimasíðuni (og møguliga eisini á offisiellu listunum?). Elspa hevur sett met í 11 greinum síðani hon fór niður, men bara summi eru dagførd á ssf.fo. Og SSF hevur ikki dagført nakað met enn frá DKM, Køge Open, NJM og EM.

Nú er tað offisielt

Pál Joensen stendur nú ovast á ranglistanum hjá evropeiskum juniorum í 1500 frí, umframt sum nr 2 í 800 fyri ta split-tíð sum hann hevði tá ið hann kom til 800 metrar í teimum 1500. Og við tað at hann eisini er nr 5 í 400 frí, kunnu vit trygt siga at Pál í løtuni er millum 5 teir bestu evropeisku juniorarnar í trimum greinum 🙂

Pál 1500 progressión Continue reading Nú er tað offisielt

Gloymið ikki at atkvøða fyri Pál og Elspu

Kringvarpið hevur sum kunnugt nominerað bæði Pál Joensen og Elspu Mørkøre til at verða ársins føroyska ítróttarnavn ár 2007. Tey nomineraðu fimm, harav Pál fekk 15 stig (sum eisini var max møgulig stig), Katrin Olsen fekk 11 stig, Elspa Mørkøre fekk 7, Rógvi Jacobsen (fótbóltspælari) 6, og U21 fótbóltslandsliði hjá dreingjum 3 stig. Tit kunnu hoyra ítróttarpanelið og atkvøða her á uf.fo.

Tit sleppa at geva trimum av teimum nomineraðu stig, soleiðis at ein fær 3 stig, ein fær 2 og ein fær 1. Og har burdi tí verið ríkiligt av stigum til at geva bæði Elspu og Pál tann heiður tey hava uppiborið.

Heimsmet til Svøríki í 4×50 frí (!)

OK, teir høvdu tveir við í 50 metra finaluni, so tað var kanska ikki heilt av leið at klára seg væl í stafettini eisini. Men altso, gull og heimsmet  til Svøríki í allarseinastu kappingini á EM í Debrecen, við tíðini 1:24.19. Tvey evropeisk met vórðu eisini sett í dag, tá ið ungi ungarski Dani Gyurta vann 200 bringu í tíðini 2:05.49, og russiska Yuliya Efimova vann 100 bringu í tíðini 1:04.95.

Continue reading Heimsmet til Svøríki í 4×50 frí (!)

Góður skurður í Debrecen

So er EM av hvat føroyingum viðvíkur, og vit kunnu staðfesta at okkara hava svomið skjótt í Ungarn. Ella í øllum førum upp til sítt besta. Her niðanfyri er eitt yvirlit yvir hvussu tey hava svomið í mun til tær tilmeldingartíðir sum tey komu við, og í hvønn mun tey hava sett met.

Grein Svimjari Tilmelding Úrslit Viðmerking
50 frí menn Dánjal Martin Hofgaard 24.74 24.40 persónligt met
100 frí menn Dánjal Martin Hofgaard 54.12 53.54  
200 frí menn Pál Joensen 1:51.92 1:51.79 føroyskt met
400 frí menn Pál Joensen 3:54.64 3:55.94  
1500 frí menn Pál Joensen 15:24.50 15:10.02 føroyskt met 
50 rygg menn Kári J. á Høvdanum 26.95 26.83 føroyskt met
100 rygg menn Kári J. á Høvdanum 57.76 57.41  føroyskt met 
200 rygg menn Kári J. á Høvdanum 2:06.44 2:07.16  
50 frí kvinnur Shaila millum Garðarnar 27.66 27.02  persónligt met?
100 frí kvinnur Shaila millum Garðarnar 1:01.18 59.41  persónligt met
400 frí kvinnur Mona Simonsen 4:35.68 4:36.18   
800 frí kvinnur Mona Simonsen eingin tilm.tíð 9:13.50   
50 firvald kvinnur Shaila millum Garðarnar 30.13  30.04  

Pál sett met í 200 frí í morgun

Pál svam teinin í tíðina 1:51.79, sum er 13 hundraðpartar skjótari enn føroyska metið sum hann setti á NJM fyri 14 døgum síðani. Ein flott forbedring, tá ið man hugsar um at hann tá, á NJM, gjørdi eitt tikaralop til at fara frá bronsu- til gull-heiðursmerki.

SSF dagførir ikki sína heimasíðu longur, og metið á ssf.fo er tí enn teir 1:53.60 sum hann vann gull við á Rhodos í summar. Kiksað SSF, men fantastiskt Pál at betra seg næstan 2 sekund á 200 metra teininum uppá eitt hálvt ár!

Shaila millum Garðarnar svam eisini eina virkuliga flotta tíð í morgun, tá ið hon svam 50 frí uppá 27.02 sekund. Hon vildi tó sikkurt gjarna svomið einar tríggjar hundraðpartar skjótari, so at tíðin fór niður um 27 sekund, ella kanska 1-2 tíggundapartar til at fara niður um metið hjá Elspu á 26.71 (ella er tað 26.91?).

Á sport.fo stendur annars at lesa at Kári J. á Høvdanum eisini kláraði kravtíðina til HM í gjár, tá ið hann setti føroyskt met í 100 rygg. Tey eru nú trý sum eru klár at fara til HM í Manchester í apríl 2008: Elspa Mørkøre, Pál Joensen og Kári J. á Høvdanum.