Singapore vann á Moskva, og harvið verða fyrstu olympisku leikir fyri ungdómar í Singapore ár 2010. Eg má viðganga at eg havi ikki hoyrt um ungdóms-OL fyrr enn nú, men eftir øllum at døma er hetta ein ætlan hjá altjóða olympisku nevndini IOC at røkka betri út til tey ungu eisini. Lesið her á SwimNews.
Category: Kapping
Nýtt evropeiskt met í 100 rygg hjá kvinnum
Russiska Anastasia Zueva svam fyri fyrst ferð undir minuttin í 100 rygg á langbana í gjár, tá ið hon á stevnu í Russlandi tók evropeiska metið hjá Laure Manaudou á 59.87 við tíðini 59.64. Harvið er hon triðskjótasta kvinna nakrantíð, og einans ein av fýra sum hava svomið undir minuttin í 50m hyli. Lesið her á SwimInfo.
Myndir frá Ægir stevnuni
Mínar myndir frá Ægir stevnuni kunnu síggjast her á Flickr.com.
Eg var tíverri ikki til staðar tá ið ‘old boys’ svumu, men Reidar hevur lukkutíð myndir av tí her á susvim.com.
Hendan er frá tá ið Søren enn hevði ein kjans …
Og hendan er prógv um at hann faktiskt kom á mál, hóast óndar tungur vilja vera við at tað ikki var so …
(Forrestin flott av Símuni at heppa uppá hann.)
Innbjóðing til HS stevnu 1. mars 2008
Havnar Svimjifelag bjóðar nú til svimjistevnu 1. mars í høllini í Gundadali, fyri bólkar 1 og 2. Viðfest niðanfyri er innbjóðing og kappingarfíla, og gev gætur at innbjóðingin skal vera inni í seinasta lagi hósdagin 28. februar kl 20.00.
Fleiri úrslit úr Klaksvík
Viðfestur er ein næstan fullfíggjaður úrslitalisti frá Ægir stevnuni í vikuskiftinum. Møguliga fullkomiliga fullfíggjaður, við tað at eg ikki veit um tað er ein feilur at masters kappingin væntar, ella um tað er fyri at spara onkran av gubbunum (les: Sørin :-). Hartil eri eg ikki 100% vísur í at úrslitalistin hjá teimum yngstru er heilt rættur enn, men vit fáa væl at síggja.
(Partvís) tíðindi frá Ægir stevnuni
Sum kunnugt var stór svimjistevna í Klaksvík í vikuskiftinum, við svimjarum líka úr yngstu bólkum upp til ‘old boys’. Tíverri vóru onkrir trupulleikar við úrslitunum sunnudag, umframt at eg heldur ikki havi kunnað fingið fatur á úrslitalistanum frá ‘masters’ kappingini leygardag. Hendan frásøgn tekur tí fyrst og fremst saman um viðfesta úrslitalista, frá svimjingini leygardag, tá ið svimjarar í bólki 3 og eldri kappaðust.
Og nýtt heimsmet í 100 rygg hjá kvinnum
Amerikanska Nathalie Coughlin setti í gjár heimsmet í 100 rygg, tá ið hon á Missouri Grand Prix í USA svam teir 100 rygg á langbana í tíðini 59.21. Hon átti sjálv gamla metið á 59.44, sum hon setti á heimsmeistarastevnuni í Melbourne í fjør. Lesið her á SwimInfo.
Nýtt heimsmet í 50 frí hjá monnum
So fór heimsmetið hjá Alexander Popov (endiliga). Á New South Wales State Open Championships í dag svam avstralski Eamon Sullivan 50 metrar frí á langbana í tíðini 21.56, átta hundraðpartar skjótari enn teir 21.64 sum Popov svam í Moskva ár 2000. Lesið her á SwimInfo.
Startlistin til Ægir stevnuna klárur
Ægir stevna verður sum kunnugt nú í vikuskiftinum, og viðfestur her er so startlistin til kappingina. Tað sær út til at hava verið eitt vælvalt val at hava masters kapping eisini á skránni, tí har eru fleiri áhugaverd nøvn á listanum sum vit annars ikki hava sæð svomið í áravís. Nøvn sum Tóra við Keldu, Jan Gardar og Símun Akursmørk.
Johan Martin minnir annars á, at einans ein riðil verður í 800 frí, og at luttakararnir út yvir teir 6 fremstu tí ikki sleppa at svimja, uttan so at onkur av teimum 6 fremstu melda frá. Har er eisini onkur áhugaverd eyka kapping sett inn, har t.d. Pauli Ø. Mohr “ætlar at royna at gera sítt bragd í 50 m. frí betri frá kappingini í Havn herfyri”.
Speedo lanserað nýggjar draktir
Síggið myndir og video av avstralskum svimjarum í draktunum her og lesið annars her á SwimInfo. Speedo hava lanserað sínar nýggju LZR Razer draktir, sum m.a. Michael Phelps sigur følast sum rúmdardraktir. Tær kunnu keypast umleið 30. juli 2008, men vanligi svimjarin skal allíkavæl ikki vænta sær at fáa hendur á eina áðrenn OL í Beijing. USA og Australia fara at fáa draktir til OL í spesial litum, meðan restin av heiminum má klára seg við svørtum draktum Continue reading Speedo lanserað nýggjar draktir