Kári svam 100 blandað í morgun

Kári luttók í teimum innleiðandi riðlunum í 100 blandað í morgun. Tíðin hjá honum varð 1:03.40. Tilmeldingartíðin hjá Kára var 1:02.01. Kári lá væl fyri í sínum riðli og vendi sum nr 2 aftaná rygg svimjingini við tíðini 27.76 bara 5/100 sek aftanfyri Marcus Bak úr Allerød, men dragnaði síðani afturum hinar mótir endanum.

Innbjóðing til Suðuroyar Sparikassa stevna í Vági

Suðuroyar Sparikassa – stevna í Vági t. 1.-2. nov. 2008

Suðuroyar Svimjifelag

Kappingin verður svomin sum ein opin kapping.

Krav fyri at verða við, er at ein svimjari yngri enn junior skal hava svomið seg til heiðursmerki til seinasta SUM. (liðsvimjingar telja ikki við) Vónandi skilja tykur at okur fáa stórar trupuleikar við at koyra alt ígjøgnum um øll koma við. (3. pláss til SUM’2008 er kravtíð)
Continue reading Innbjóðing til Suðuroyar Sparikassa stevna í Vági

Elspa setti met við West Swim í 4 x 50 blandað

Elspa legði hart út fyri ‘:-) Wes Damer’, tá ið tær settu nýtt danskt senior met í 4 x 50 blandað. Gull tíðin hjá West Swim damunum var 1:54.00, meðan Elspa sjálv svam 50 rygg á 28.04. Malan og genturnar úr Aalborg blivu nr 10 við tíðini 2:05.58. Tíðin hjá Maluni var 35.95 í 50 bringu.

Draktin skrædnaði hjá Kára

Óhepnið var eftir Kára í kvøld, tá ið hann skuldi svimja hálvfinalu í 100 rygg. Spildurnýggja draktin skrædnaði, so at vatn fyltist í hana; og hann svam tí ‘bara’ teinin við tíðini 59.32, har hann í innleiðandi í morgun svam 58.48. Teir 59 rukku bara til eitt tólvtapláss, og Kári kom tí ikki í finaluna.

Hildur og Astrid vunnu ávikavist silvur og bronsa

Hildur á Fløtti (FS) og Astrid Foldarskarð (FLOT) vunnu silvur og bronsa í 100 blandað í bólkinum fyri 14-15 ár. Astrid og Hildur svumu í sama riðli. Astrid vendi fyrst aftaná 50m (34.59), men Hildur hevði ein góðan endaspurt.
Poula Ø. Mohr (FS) og Birita Debes (FLOT) blivu nr 4 og 11 í sínum bólki (12-13 ár).
Continue reading Hildur og Astrid vunnu ávikavist silvur og bronsa

Pál vann silvur í 200 frí og nýtt junior met

Mads Glæsner vann gull í 200 frí. Mads førdi frá byrjan til mál við Pál undir liðini allan vegin. Vinnaratíðin hjá Mads Glæsner var 1:45.55, sum er nýtt danskt senior met [Jón viðmerkti hósdagin at Mads setti nýtt met í 4×200 við tíðini 1:45.53]. Pál setti nýtt danskt/føroyskt/persónligt/Suðuroyar/evropeiskt? junior met við tíðini 1:47.13. Kappingin um 3. plássið var tøtt millum Johan Peen (Birkerød), Frederik Siem (Farum) og gamli junior met haldarin Jon Rud (West Swim). Aftaná 50 m lá Johan nr 3, men so vendi Frederik sum nr 3 við 100 inntil Jon Rud tók yvir 3. plássið tær seinastu 50-100 m.

(Myndin er av Páli, Mads Glæsner, Frederik Siem og Jon Rud, sum Jón Bjarnason tók fyrr í ár)