30 heiðursmerki á Álandi?

Tað er eftirhondini púra greitt, at vit føroyingar fara at gera eitt ordans hál í svimjikappingunum á Álandi, um ikki støðið hjá hinum eisini er vaksið óvanliga nógv. Tí støðan er altso, at vit liggja til 12 gullheiðursmerki, 10 silvur og 8 bronsu, um samanborðið verður við heiðursmerkjatíðirnar á Rhodos. Harav vit tíverri mest sannlíkt bara kunnu vinna 11 av teimum 12 gullheiðursmerkjunum, av tí at bæði Shaila og Guðrun liggja til gull í 50 frí 🙂

CIMG2265
Continue reading 30 heiðursmerki á Álandi?

Danskir langteinarar svimja skjótt í løtuni

Tað er ikki so langt síðani at Mads Glæsner tók norðurlendska metið hjá Pál Joensen í 800 frí, og nú betraði Lotte Friis so eisini um sítt norðurlendska í 1500 frí, við (langbana) tíðini 16.09.10, á stevnu í Zaragoza í Spania. Og tá eru tað bara nakrir fáar dagar síðani at Pernille Larsen tók metið frá Louise Ørnstedt í 200 rygg, við at svimja 2.11.10 á langbana í Berlin.

Føroyskir svimjarar skulu sum kunnugt niður at kappast ímóti hesum dønum, á Danish Open í apríl mánaða.

Nú eru tey 10 sum hava klárað kravtíð til Oyggjaleikir

Katarina Lamhauge svam tvær ferðir undir kravtíð í morgun, tá ið hon fyrst svam 34.97 í 50 bringu, og síðani 2:42.40 í 200 bringu. Og nú seinnapartin svam Guðrun Holm Jacobsen seg til gullnál í 50 frí við tíðini 26.66, og Pauli Ø. Mohr til føroyskt met í 50 frí við tíðini 23.96. Hesi trý koma tí afturat teimum 7 sum longu hava kvalifiserað seg til Oyggjleikir, við tíðum betri enn bronsuheiðursmerki av Rhodos.

CIMG2327

(Guðrun H. Jacobsen meðan tíðin hjá henni varð lisin upp)
Continue reading Nú eru tey 10 sum hava klárað kravtíð til Oyggjaleikir