So er startlistin klárur til Føroyameistarastevnuna 2009, ið sum kunnugt verður nú komandi vikuskifti. Eitt eintak er viðfest her niðanfyri, og hartil ber til at síggja hann og annað gott á livetiming.se, har tað eisini fer at bera til at fylgja við kappingini ‘live’. Vit fara sum vanligt at seta www.svimjing.com/live upp eisini, til at vísa hesi ‘live’ úrslit, videobrot og chat og annað, í tann mun sum tilfar er tøkt. Og so mugu vit ikki gloyma, at Kringvarpið fer at senda beinleiðis sjónvarp frá finalupørtunum fríggjakvøld og leygarkvøld, og mest sannlíkt at leggja tað út sum ‘live stream’ á internetinum eisini.
Category: Kapping
Hug at síggja nýggja takið hjá Phelps ‘live’?
Michael Phelps fer tann 14. – 17. mai at kappast aftur fyri fyrstu ferð síðani OL í Beijing, á amerikansku svimjistevnuni “Charlotte UltraSwim”. Hann hevur fyri tíð síðani nevnt at hann har fer at royna ein frí-teknikk, og at man fer at kunna síggja broytingina longu í fyrsta taki. Nú skriva tey so á SwimmingWorld, at hendan stevna verður send ‘live’ á Universal Sports, umframt at kunna síggjast ‘live’ á internetinum, á heimasíðuni swimnetwork.com hjá amerikanska svimjisambandinum.
Móð(ur) í leypi av DM?
Danski talentmennarin Michael Hinge skrivar her á bloggu síni á svoem.dk, um hvussu nógv ein svimjari í veruleikanum svimur, um viðkomandi kappast og kemur í finalu allar 6 dagar á DM: “Under et DM er det ikke usædvanligt at man svømmer 2500 meter i indsvømning om morgenen, 2 løb á 200 meter, ca. 1000 restitution i alt. Indsvømning til finalen 1200-1500 et par løb igen á 200 meter og 1000 løs og lidt når stævnet er forbi, typisk 1000 meter igen. I alt godt 7000 om dagen, i 6 dage giver det med simpel hovedregning 42.000 meter. Lidt af en mundfuld hvis man ugen før var nede på eksempelvis 22.000 meter”.
3 heimsmet afturat í Moskva
Anastasia Zueva betraði eitt sindur meira um sítt nýggja heimsmet í 50 rygg, við at svimja 27.47 í finaluni har hon í innleiðandi svam 27.48. Og Yuliya Efimova setti heimsmet tvær ferðir í 50 bringu, við fyrst at svimja 30.23 í semifinaluni, har heimsmetið hjá avstalsku Jade Edminston var 30.31, og síðani í finaluni at svimja 30.05. Les SwimNews.com
Anastasia Zueva sett heimsmet í 50 rygg
Hetta hendi á russisku meistarastevnuni á langgeil, tá ið tann bara 18 ára gamla Anastasia Zueva í innleiðandi riðlunum svam 27.48, har heimsmetið hjá avstralsku Sophie Edlington var 27.67. Les her á SwimNews.dk.
Draktir skulu latast inn og merkjast á HM í Rom
Hetta veit Craig Lord at siga, her á SwimNews.com: “We do now know what is yet to be revealed in detail: all suits that swimmers intend to wear in racing in Rome will have to be handed in a few days before action gets underway and those suits will be tagged in some way that will allow an official to use a supermarket-checkout-like gun to read a bar code and know that the swimmer is wearing the approved suit he or she submitted for tagging”.
Continue reading Draktir skulu latast inn og merkjast á HM í Rom
Úrslit frá MU 2009
Viðfestur er úrslitalistin frá Meistarastevnuni fyri Ung 2009, umframt RE- og lef-fílur til hagtalsbrúk. Úrslitið varð at Suðuroyar Svimjifelag vann flest heiðursmerki – 25 gull, 34 silvur og 14 bronsu – meðan Ægir varð nr 2 og FS nr 3. Mest vinnandi drongur var Magnus Jákupsson við 16 gullheiðursmerkjum, meðan Poula Ø. Mohr úr Fuglafjarðar Svimjifelag vann mest hjá gentunum við 7 gull, 5 silvur og 1 bronsu. Hægstu FINA stig fekk Birita Debes úr FLOT, sum sambært FINA listanum frá 2008 svam seg til 682 stig í 50 rygg, 666 í 50 frí og 643 í 100 rygg.
Gott lag á fólki í Klaksvík
Her eru tað Alvi Hjelm og Eyðbjørn Joensen sum framføra brot úr “Svinedrengen” …
Birita Debes 27.70 í 50 frí
Hatta ljóðar fyri meg sum mest ófatiliga úrslit frá Meistarastevnuni í morgun – eisini hóast at eg eri við til at venja hana í tí dagliga. Rúni sigur at hon hevði ein ótrúliga góðan start, og hareftir lang og góð tøk, til tey at enda gjørdust eitt sindur stutt vegna møði. Besta tíð hjá Biritu er 29.58 áðrenn hetta, sum hevði givið eitt 29. pláss á danska styrkismetingarlistanum fyri gentur árgang 1995. Men nú er hon so skjótari enn nummar fýra á listanum, har nr 1 svimur 27.22. Og í Føroyum eru tað vist nokk bara Shaila, Guðrun og Elspa sum hava svomið skjótari 🙂
SuSvim vunnið mest eftir 1. kvøld á MU 2009
Tað eru serliga Eyðbjørn Joensen og breiddin hjá SuSvim sum ger at flestu heiðursmerki til nú eru farin til Suðuroyar, hetta fyrsta kvøldið á Meistarastevnuni fyri Ung 2009. Men FS, Ægir og HS fylgja væl í við, í kraft av úrmælingum sum Poulu Ø. Mohr, Jóhann Heðinsson, Ceciliu Eysturdal og Magnus Jákupsson, umframt at Ægir sum so ofta hevur ein ógvuliga sterkan yngsta hóp.
Continue reading SuSvim vunnið mest eftir 1. kvøld á MU 2009