50 metur upp á 14.16 sekund

Tað er nýggja heimsmetið hjá russiska Pavel Kabanov, í 50 metra svimjing við monofitju. Heimsmeistarastevnan í “finswimming” er í hesum døgum í Sankta Pætursborg í Russlandi, har tey sum á HM í Rom seta eina røð av heimsmetum. Til dømis 1500 metrar uppá 12:13.52, og 800 metrar uppá 6:18.24. Sí úrslit her, og live sjónvarp á www.swimmingspeedrecord.com.

Her er eitt videobrot frá eini stevnu fyrr í ár, har tann skjótasti svimur teir 50 uppá 14.38 sekund …

Piersol heldur at heimsmet verða sett eisini næsta ár

Amerikanski Aaron Piersol heldur í samrøðu á Reuters.com, at svimjarar verða kløkkir næsta ár um hvussu skjótt teir kunnu svimja uttan drakt, og at heimsmet fara at verða sett. “People have had a taste of going very fast. They won’t forget it. They will get back into the water and think they can go that fast again, and they will”. Í samrøðuni nevnir hann eisini møguleikan fyri at luttaka á World Cup m.a. í Stockholmi og Berlin, sum hann annars ikki hevur gjørt so ofta.

Úrslit frá SuSvim stevnuni í dag

Niðanfyri eru viðfest úrslit frá stevnuni hjá Suðuroyar Svimjifelag í dag. Eg havi ikki koyrt úrslitafíluni gjøgnum rokniarkið enn, men havi ein greiðan varhuga um at annaðhvørt SuSvim ella Havnar Svimjifelag vunnu flest heiðursmerki, við tað at tey vóru fyrst í øllum kappingum, uttan í 50 rygg har Poula Ø. Mohr vann fyri Fuglafjarðar Svimjifelag 🙂

Phelps skiftir longu nú til stuttibuksur

SwimNews.com skrivar her, at Michael Phelps ætlar sær at svimja í “the 2010 cut of suit”, á World Cup stevnunum í Berlin og í Stockholmi í november. Venjarin Bob Bowman sigur, at teir ikki fara eftir góðum tíðum, men fyrst og fremst sum fyrireiking til OL í London í 2012. “This year is all about the training”, sum tað eisini stendur á reachforthewall.com. Og so verður spennandi at síggja, hvat ið t.d. Paul Biedermann fer í, um teir báðir skulu møtast aftur í 200 frí.

Her er nýggja Bellahøj Svømmestadion

Í videoini niðanfyri vísir Kultur- og Fritidsborgmester Pia Allerslev fram nýggja Bellahøj Svømmestadion, har millum annað bestu donsku svimjarar skulu venja í framtíðini, í elitusentrinum hjá danska svimjisambandinum. Talan er um ein 50 metrar hyl við 8 geilum, kavingarhyli og einum lítlum heitari hyli til børn og líknandi. Kappingin á videoini er altjóða “World Outgames 2009” svimjistevnan fyri samkynd, sum varð hildin í høllini í summar, áðrenn hylurin alment lat upp, tann 10. august.

Tað verða ongar eyka svimjikappingar á OL í London

Altjóða Olympiska nevndin IOC hevur í dag vrakað øll uppskot um at fáa eyka svimjikappingar við í skránna til OL í London í 2012, og svimjikappingarnar verða tí tær somu har, sum á undanfarnu fýra Olympisku leikum. Uppskot vóru annars um at fáa 1500 frí hjá kvinnum við, umframt 800 frí hjá monnum, og 50 metra kappingar í firvald, rygg og bringu. Men IOC hevur altso avgjørt at leggja einans boksing afturat skránna til OL í 2012, umframt at viðmæla at golf og rugby koma við í 2016. Les SwimNews.com

Steve Parry vísir stríðið av at lata seg í superdrakt

Tit minnast kanska niðanfyri standandi video hjá mær, frá svimjikappingini hjá journalistum. Tilfeldigvís er Steve Parry ein av luttakarunum í riðlinum, og á BBC kunnu tit so síggja, hvussu tað gekst honum at koma niður í superdraktina. Har er eisini ein onnur áhugaverd video, har James Munro forklárar eitt sindur um hvussu superdraktirnar rigga.


Continue reading Steve Parry vísir stríðið av at lata seg í superdrakt

Løgtingið vil hava Oyggjaleikir til Føroyar ár 2017

Sjálvstýrisflokkurin legði á løgtingsfundi 11. august fram “Uppskot til samtyktar um Oyggjaleikir í Føroyum í 2017“. Ætlanin er at stovna serstakan oyggjaleikagrunn at fíggja oyggjaleikirnar í 2017, íroknað at “átaka sær at skapa hóskandi karmar fyri ítróttina”, og at “fremja neyðug politisk átøk til tess, at landsins partur í fyrireiking og fígging av oyggjaleikunum ikki liggur eftir”. Uppskotið fekk sambært Kringvarpinum breiða undirtøku, og er tískil beint í Fíggjarnevndina, til víðari viðgerð.

Jessicah Schipper heimsmet í 100 firvald

Avstralska Jessicah Schipper setti í dag á Australian Short Course Swimming Championships í Hobart heimsmet í 100 firvald á stuttgeil, við tíðini 55.68 har heimsmetið hjá Lisbeth Trickett frá 2008 var 55.74. Splitt-tíðirnar hjá henni vóru 26.33 og 29.35, í mun til 26.11 og 29.63 hjá Trickett í fjør. Les SwimmingWorld Magazine

3 heimsmet sett í Avstralia

Libby Trickett setti á avstralsku stutthyljameistarastevnuni heimsmet í 100 frí við tíðini 51.01, har hennara heimsmet frá 2005 var 51.70. Fyrsta persónliga met hjá henni í fýra ár, og tað eftir ikki at hava svomið alla vikuna síðani Rom. Christian Sprenger strikaði Ed Moses úr metbókunum, við at svimja 2:01.98 í 200 bringu, har heimsmetið hjá Moses frá 2004 var 2:02.92. Og Emily Seebohm strikaði metið hjá Natalie Coughlin í 100 blandað, við at svimja 58.54 har Coughlin í 2002 svam 58.80. Les SwimmingWorld Magazine