Í videoini niðanfyri vísir Kultur- og Fritidsborgmester Pia Allerslev fram nýggja Bellahøj Svømmestadion, har millum annað bestu donsku svimjarar skulu venja í framtíðini, í elitusentrinum hjá danska svimjisambandinum. Talan er um ein 50 metrar hyl við 8 geilum, kavingarhyli og einum lítlum heitari hyli til børn og líknandi. Kappingin á videoini er altjóða “World Outgames 2009” svimjistevnan fyri samkynd, sum varð hildin í høllini í summar, áðrenn hylurin alment lat upp, tann 10. august.
Hetta skrivar Politiken:
http://politiken.dk/tjek/dagligliv/fritid/article783303.ece
Hylurin er djúpur og langur, og tey hava tí sett krav um at tú skalt kunna svimja “to baner af 25 meter i god stil”. Har er ein lítil hylur afturat, sum tó er so lítil, at tey bara loyva 10 børnum at vera í hylinum í senn.