Libby Trickett setti á avstralsku stutthyljameistarastevnuni heimsmet í 100 frí við tíðini 51.01, har hennara heimsmet frá 2005 var 51.70. Fyrsta persónliga met hjá henni í fýra ár, og tað eftir ikki at hava svomið alla vikuna síðani Rom. Christian Sprenger strikaði Ed Moses úr metbókunum, við at svimja 2:01.98 í 200 bringu, har heimsmetið hjá Moses frá 2004 var 2:02.92. Og Emily Seebohm strikaði metið hjá Natalie Coughlin í 100 blandað, við at svimja 58.54 har Coughlin í 2002 svam 58.80. Les SwimmingWorld Magazine
Um tað skal blíva við uppá hendan mátan, so haldi eg at FINA og SSF skulu bjóða eina tíðindatænastu, har tey bjóða útgávuklárar tíðindastubbar til heimasíður sum hesa :-S
Nú eru tað 15 heimsmet síðani Rom fyri 8 døgum síðani. Og avstraliarar eru ikki meira enn byrjaðir.
Av SwimNews.dk: egentlig kommer latterliggørelsen af rekorder først efter Rom i en periode hvor mange udnytter langbaneformen til at svømme gode tider på kortbane
Sett inn her omanfyri