Tá ið Kringvarpið aftur sveik

Um nakar heldur at eg eri eitt sindur sløvur á síðuni her fyri tíðina, so er tað vegna tvey ting: Fyri tað fyrsta tí at Kringvarp Føroya skuffaði meg nakað so ófatiliga í sambandi við HM í Shanghai í summar, og fyri tað næsta tí at eg ikki enn havi ordiliga átalað tað. Tað seinna fáa vit gjørt nakað við 🙂

DSC_0248
Continue reading Tá ið Kringvarpið aftur sveik

Tøk frá 800 finaluni í Shanghai

Á myndini niðanfyri síggja vit, hvussu nógv tøk finalistarnir í 800 frí tóku per bana longd.

Continue reading Tøk frá 800 finaluni í Shanghai

Tøk frá 1500 finaluni í Shanghai

Á myndini niðanfyri síggja vit hvussu nógv tøk svimjarnir tóku per longd í finaluni. Bert tøk, har armurin fer yvir vatn, eru tald.

Vit síggja at hædd (og harav armlongd) og tal av tøkum hanga saman. Kis og Cochrane víðkja eitt sindur frá. Cochrane tekur lutfalsliga nógv tøk fyri at vera 193 cm, meðan “lítli” Kis tekur lutfalsliga fá. Kanska vinnur Kis nógv við beinspark?
Continue reading Tøk frá 1500 finaluni í Shanghai

Jeanette loysir frá posabandinum

Nýggi heimsmeistaran í 100 frí Jeanette Ottesen gleðir seg sambært Sporten.dk yvir nú at koma úr skugganum á Lotte Friis, eftir at hava arbeitt minst líka hart sum hon, og hevur annars nakrar sannleikar at bera fjølmiðlum og øðrum, sum vit eisini kenna her heiman í frá:

At svømning ikke er den største sportsgren herhjemme kan hun ikke benægte. Men hun understreger samtidig, at det kun er herhjemme, at svømning ikke har samme status, som i udlandet, hvor sportsgrenen får stor opmærksomhed. 

– Det er jo den mest sete olympiske sportsgren efter atletik. Det er altså stort. Men herhjemme har vi bare besluttet os for, at fodbold og håndbold er vores nationalsport, og det er ærgerligt, når nu svømning er så tilskuervenligt, siger Jeanette Ottesen og fortæller, at Danmark har meget at være stolt over, når det kommer til bredden i svømning.

Hon skal giftast nú 13. august, við amerikanska Bobby Gray. Brúdleypsferðin verður ein venjingarlega í Venezuela, har Bobby hevur fingið loyvi at koma við. Ja so gera verulig ítróttarfólk 🙂

Hackett: synd at Avstralia misti heimsmetið í 1500

Grant Hackett sigur seg ikki verða skuffaður um at missa heimsmetið í 1500 frí, men heldur at tað er synd, at Avstralia hevur mist heimsmetið, sum hann og landsmaðurin Kieren Perkins hava haft í 19 ár. Haraftrat heldur hann, at tað er keðiligt, at heimsmetið bleiv tikið við bara einum hálvum sekundi:

“It’s almost annoying that it was such a small margin. Hopefully another Australian can come up over time to get it back for us.”

Kelda: Eurosport