Tíðindaskriv – 8. august 2011
Mikudagin 10. august 2011, kl. 14.30 verður almenn móttøka fyri Pál Joensen. Svimjarin verður heiðraður fyri sítt megnaravrik á heimsmeistarastevnu í Shanghai. Móttøkan verður í hølinum hjá Tryggingarfelagnum Føroyum á Kongabrúnni.
Pál Joensen setti trý norðurlendsk met í kappingini, og er nú fjórðbesti í heiminum innan 1500 m frísvimjing. Harvið er hann eisini sjálvskrivaður til Olympisku leikirnar komandi summar í London.
Á móttøkuni á Kongabrúnni fer Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, at siga nøkur orð. Jon Hestoy, formaður í Svimjisambandi Føroya, og Regin Hammer, forstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum, fara eisini at taka orðið.
Móttøkan er almenn, og tí eru øll hjartaliga vælkomin at ynskja Pál væl heimafturkomnum, og at heiðra hann og hansara megnaravrik.
Tað er Svimjisamband Føroya og tess høvuðsstuðul, Tryggingarfelagið Føroyar, ið skipa fyri tiltakinum.
Svimjisamband Føroya og Tryggingarfelagið Føroyar
Tikið verður ímóti teimum báðum í Vági eisini kl 18
http://www.sudurras.info/3615