Avbjóðandi svimjiár fyri framman

Bræv frá formanninum í Svimjisamband Føroya

Í dag 1. september byrjar nýggja svimjiárið, og enn einaferð standa føroysku svimjararnir framman fyri einum avbjóðandi ári. Bæði tey yngstu, juniorar og seniorar fáa nógvar avbjóðingar.

Olympisku Leikir hæddarpunktið

Í august 2012 ljóða startskotini fyri størstu avbjóðing, føroyskur svimjari nakrantíð hevur møtt. Tá verður Pál Joensen við í Olympisku Leikunum. Í Shanghai svam hann heili 25 sekund skjótari enn kravtíðin hjá International Olympic Committee, IOC.

DSC05908
Continue reading Avbjóðandi svimjiár fyri framman

3 danir skulu verja Evropa ímóti USA í desember

Ekstra Bladet veit sambært SwimNews.dk at siga, at tær tríggjar Lotte Friis, Jeanette Ottesen og Rikke Møller Pedersen verða á evropeiska liðnum, tá ið skipað verður fyri “Duel in the Pool” stevnu ímóti USA í Atlanta tann 18. – 19. desember. TV2 kennir til somu søgu, við tilvísing til Lars Sørensen sportchef hjá danska svimjisambandinum, so har man vera nakað um tað.

Úrslit frá SuSvim stevnuni í dag

Viðfestur er úrslitalistin frá BankNordik stevnuni hjá Suðuroyar Svimjifelag í Vági í dag. Saman um tikið vunnu vertirnir klárt flest heiðursmerki – 25 gull, 6 silvur og 13 bronsu, Fuglafjarðar Svimjifelag næstflest 3 gull, 3 silvur og 2 bronsu, Ægir triðflest 1 gull, 10 silvur og 11 bronsu, og Havnar Svimjfelag fjórflest 11 silvur og 3 bronsu. Størstu heiðursmerkjaslúkar vóru Pál Joensen sum vann 8 gull fyri Suðuroyar Svimjifelag, og Kristina Elin Thomsen sum vann 4 gull og 1 silvur, eisini fyri SuSvim.

Hví lat CAS Cielo svimja og ikki Subirats ?

Stutt sagt so slapp Albert Subirats úr Venezuela (heimsmeistari í 50 firvald á stuttgeil) ikki at svimja á HM í Shanghai, tí at hann vegna rót í svimjisambandinum har tríggjar ferðir ikki hevði verið at finna til dopingtest. Ein straffur sum antidopingdómstólurin CAS nú hevur frídømt hann fyri, so at hann egentliga kundi havt svomið í Shanghai. Men ímeðan hetta stóð á, gjørdi CAS sær ómak at skunda eina aðra avgerð ígjøgnum í Kina beint upp undir HM, sum viðførdi at César Cielo (heimsmeistari í 50 firvald frá nú Shanghai) og 2 aðrir brasiliumenn fingu bara eina ávaring fyri at hava tikið dopingevni. Tí er spurningurin hjá Craig Lord her á SwimNews.com ógvuliga viðkomandi:

The questions for CAS and all involved in seeking fairness and more rigour in the anti-doping system is clear:

  • why, when the Subirats case was known before the Cielo case, did CAS not rush to sit in session in order that the Venezuelan  could swim in Shanghai last month (different treatment for differest swimmers, once more)

Condecoración a Albert Subirats y abanderamiento de Pastor Maldonado

Og hvussu nógv trenar so ein dáma sum Keri-Anne Payne ?

Spurningar og svar her á www.keriannepayne.co.uk, um hvussu nógv hon venur, um hvat hon hugsar um meðan hon svimur, og um hennara bestu ráð til at betra um ein 1500 metur: “A 1500m has 59 turns, improve each by 0.5sec and you can drop by 29.5secs without trying harder!”

Q: How many hours a week do you train?

A: I swim 25hrs in the pool, 10 x 2 and a half hour sessions, gym 2hrs of mainly cardio workouts, pre-pool work for roughly 5hrs which is injury prevention exercises. Total 33hrs!

Her niðanfyri er tað hon og Liam Tancock sum eru í holtur við okkurt ‘photoshoot’ fyri Speedo. Keri-Anne Payne varð har heimsmeistari í 10 km havsvimjing, og Liam Tancock í 50 metrar rygg. Eins og í Rom í 2009, har tey bæði eisini vunnu gull í nágreiniliga somu greinum.

Altjóða ráðstevna í Svøríki í januar

12. – 15. januar 2012 fer Stadshallen/Högevallsbadet í Lund at hýsa fyrstu “World Aquatic Development Conference“, fyriskipað av rættiliga nýstovnaða “Swedish Center for Aquatic Research“. Drívmegin aftanfyri eru Thorbjörn Holmberg og kona hansara Hilde Elise Hansen, sum fyrr hava fyriskipað væleydnaðu ráðstevnuna við Bill Boomer, Shane Gould og Milt Nelms í Haderslev, sum eg luttók á í 2005. Hesi trý eru eisini røðarar á hesu ráðstevnu, umframt til dømis amerikanski OL-venjarin Teri McKeever. Har verða fimm breytir, frá ‘lær at svimja’ yvir ‘kvinnur í ítrótti’ til ‘kappsvimjing’, sí www.sweaquatics.com