Kinesiski heimsmeistarin Sun Yang knústi í kvøld kinesiska metið í 400 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hann á kinesisku meistarastevnuni í Rizhao svam teinin uppá 3:40.29, har kinesiska og asiatiska metið hjá Zhang Lin frá superdrakt-tíðini í 2009 var 3:41.35. Til samanberingar var silvurvinnaratíðin hjá Sun Yang á HM í Shanghai ‘bara’ 3:43.24, har koreanski Tae-Hwan Park gjørdist heimsmeistari við 3:42.04. Tíðin hjá Sun Yang er triðbesta tíð yvirhøvur í søguni, beint aftanfyri heimsmetið hjá Paul Biedermann á 3:40.07 frá HM í Rom í 2009, og teir 3:40.08 sum Ian Thorpe svam á Commonwealth Games í 2002. Les meira her á SwimmingWorld Magazine.
Author: rokur
Sun Yang 1:45.53 í 200 frí
Uha, kinesiski heimsmeistarin Sun Yang svam á kinesisku meistarastevnuni í kvøld 1:45.53 í 200 frí á langgeil, meira ella minni júst afturkomin úr feriu. Til samanberingar er besta tíð hjá honum 1:44.99 frá meistarastevnuni í apríl, ið til nú er fimtbesta tíð í heiminum í ár. Les meira her á SwimmingWorld Magazine.
“I have not trained systematically since the worlds. I’m happy with the results, no matter it’s good or bad. I hope I can start my steps toward the London Olympic Games through this meet”
(Sun Yang og Pál áðrenn í 800 frí finaluni á HM í Shanghai)
Magnus til Gentofte Cup í vikuskiftinum
Gentofte Svømmeklub skipar fyri stevnu nú í vikuskiftinum, har vit millum annað síggja Magnus Jákupsson á startlistanum. Og tað sær ikki so galið út, hann er styrkismettur sum nummar 1 í 400 blandað og 2 í 200 frí, sum annars ikki eru greinar ið hann hevur svomið oftast nú í seinastuni.
Familjutiltak í Svimjihøllini í Gundadali 1. – 2. oktober
Tórshavnar Kommuna skrivar her um eitt stórt familjutiltak sum verður í Gundadali vikuskiftið 1. og 2. oktober, við nógvum spennandi tilboðum til barnsligar sálir. Skipað verður m.a. fyri 20 metra forðabreyt, har vera flótandi ormar og krokodillur, ymisk svimjibelti, onnur “flóting” so sum skjaldbøkur og sjóhestar, og skipað verður fyri undirvatnsspølum, kross og bolla og vatnpolo. Kostnaður fyri børn er 30 kr og vaksin 50 kr, og kaffistovan bjóðar serliga matskrá, fyrrapart morgunmatarborð og seinnapart pitabreyð, kjøtfrikadellur, pasta og annað. Ljóðar gott !
“FS er liðið”, sangur frá 2002
Johan Martin Poulsen hevur lagt hesa video á YouTube. Nakar sum kann spotta kend nøvn her? (Sum t.d. Jákup, Pauli og Poula Mohr, Pál Joensen, Jóan Símun Edmundsson, Sonni Eliasen, Karina Petersen og vist nokk Magnus Jákupsson)
Svimjiárið 2011-2012 byrjaði við einum braki
Eg setti meg í gjárkvøldið at hyggja at vinnaratíðum á úttøkustevnunum til landsdyst í 2009, 2010 og 2011, og síggi eina stóra framgongd á kvinnusíðuni, meðan mennirnir líða eitt sindur undir at Magnus er farin niður. Í meðal kravdi tað 607 stig hjá kvinnunum at vinna gull á stevnuni nú, í mun til 559 í fjør, meðan tølini hjá monnum eru ávíkavist 573 í ár og 588 í fjør.
Continue reading Svimjiárið 2011-2012 byrjaði við einum braki
FS stevnan 1. oktober avlýst
Fuglafjarðar svimjifelag boðar hervið frá, at av ávísum orsøkum, ikki kann hava svimjikappingina 1. oktober, fyri bólk 2 og 3 gentur og 3 og 4 dreingir, sum tað stendur í svimjikalendaranum.
Fuglafjarðar svimjifelag er framhaldandi áhugað í at hava kappingina og boðar frá tá eitt nýtt dato er funnið.
Úttøkan til landsdyst og World Cup
Jon Hestoy kunnger her tey 16 sum í gjár vórðu tikin út til landsdystin ímóti Íslandi hin 8. oktober, og tey 5 sum vórðu tikin út til World Cup í Stokkhólmi hin 15. – 16. oktober. Rímiliga nógvar grindadráps-referensur, gott at Paul Watson er farin ! 🙂
Jógvan Arge tekur undir við hugskotinum at byggja langhyl í Havn
Formaðurin í Mentamálanevndini í Havn heldur at tað er eitt gott hugskot at fáa bygt ein langhyl í Havn, men hevur skálkin við um tað kann gerast fyri 35 milliónir krónur. Ein trupulleiki er millum annað at tað fer at krevja niðurtøku av ÍSF-húsinum, og hartil var bara terapihylurin fyri fáum árum síðani mettur at kosta fleiri milliónir krónur, sum skal byggjast millum hallirnar. Spurningurin er um verandi umklæðingarrúm kann klára trýstið av enn fleiri vitjandi, og hartil stendur ongastaðni hvussu tað verður við reinsingarútbúnaði, hitaverki og luftskifti. Men endamálið er skilt, at ein betri høll fer at síggjast aftur í frískum og væl nøgdum borgarum, umframt at vit tá betur kunnu bjóða útlendskari svimjielitu til viðkomandi kappingar á heimavølli. Les t.d. jogvanarge.com og Vágaportalin.
Svimjistadion í Bergen fer nú at kosta yvir 1 milliard norskar krónur
Bergens Tidende skrivar her at byggingin av nýggja “Helleren” svimjistadion á Nygårdstangen fer at taka 94% av íløguætlanini fyri ítrótt hjá Bergen Kommune í 2012, ella 318 av 337 milliónum norskum krónum, har íløgan í ár var 205 milliónir, og í 2013 verður 210. Samlaði kostnaðurin er nú sambært www.simma.nu/no vaksin við 200 milliónum í mun til upprunaligu ætlanina, upp á 1,028 millardir krónur, sum tey afturfyri fáa ein 50×25 metra langhyl, umframt ein kavingarhyl sum sær úr til at vera 20×25. Gev gætur at skribenturin á www.simma.nu/no heldur hetta vera oyðsl, ella í øllum førum ov nógv brúkt til éitt stadion, í mun til at styrkja aðrar svimjihallir í Bergen. Myndin av stadion beint nú er rættiliga rámandi, eitt ‘hol í jørðini’.