Gentofte Svømmeklub skipar fyri stevnu nú í vikuskiftinum, har vit millum annað síggja Magnus Jákupsson á startlistanum. Og tað sær ikki so galið út, hann er styrkismettur sum nummar 1 í 400 blandað og 2 í 200 frí, sum annars ikki eru greinar ið hann hevur svomið oftast nú í seinastuni.
Eg hevði væntað, at Magnus fór at svimja rygg og firvald.
At støði er so lágt til hasa kappingina. Har eru so nógvir svimjarir tilmeldaðir, men tó bert 1-2 “profilar”
Hinvegin er tað kanska gott tað sama fyri Magnus, so skal hann bert hugsa um seg sjálvan. Og vísa hvat hann kann.
Góða eydnu her frá.
Sovítt eg dugi at síggja, so hevur Magnus sett nýtt føroyskt junior met í 400 blandað. Tíðin hjá honum í Gentofte er 4:35.17. Gamla metið hjá honum frá HS stevnuni í september í fjør var 4:42.49.
Havi akkurát opna telduna, og rætt er.