HS-menn 3:57.61 og føroyskt met í 4×100 blandað

HS-menn megnaðu í kvøld at seta stórt nýtt føroyskt met í 4×100 metra blandaðari svimjing á langgeil, tá ið teir á Swim Open Tórshavn vunnu gull við tíðini 3:57.61. HS átti føroyska metið áðrenn, sum var 4:01.88 frá hesi somu stevnu í fjør. Sí úrslitalistan her á Swimify

Teir fýra sum svumu fyri HS í kvøld, vóru Óli Mikkelsen (2008) 1:02.40 í 100 rygg, Bartal E. Eidesgaard (2003) 1:05.56 í 100 bringu, Isak Brisenfeldt (2006) 56.30 í 100 firvald og Silas Dam Lindberg (2008) 53.35 í 100 frí.

Bartal 51.50 og føroyskt met í 100 frí

Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) setti í kvøld flott nýtt føroyskt met í 10 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hann í finaluni á Swim Open Tórshavn 2026 svam seg til gull við tíðini 51.50. Líggjas Joensen (2008, Ægir) átti føroyska metið á 51.68 frá Danish Open síðsta vikuskifti. Sí úrslitalistan her á Swimify

Bartal á Oyggjaleikum 2025. Sabina Poulsen eigur myndina

Bartal 28.81 og føroyskt met í 50 bringu

Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) setti í kvøld flott nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hann í finaluni á Swim Open Tórshavn 2026 svam seg til gull við tíðini 28.81. Hann átti sjálvur føroyska metið á 29.09 frá EM U23 í Samorin í Slovakia í fjør. Sí úrslitalistan her á Swimify

Bartal á Oyggjaleikum 2025. Sabina Poulsen eigur myndina

Bartal 23.46 og føroyskt met í 50 frí

Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) setti í kvøld flott nýtt føroyskt met í 50 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hann í finaluni á Swim Open Tórshavn 2026 svam seg til gull við tíðini 23.46. Magnus Jákupsson (1994, HS) átti føroyska metið á 23.48, frá DM á langgeil í Esbjerg í 2012. Sí úrslistalistan her á Swimify

Bartal á Oyggjaleikum 2025. Sabina Poulsen eigur myndina

Líggjas 3:54.62 og gull og stórt føroyskt juniormet í 400 frí

Líggjas Joensen (2008, Ægir) setti fyri løtu síðani aftur stórt føroyskt juniormet í 400 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hann í A-finaluni á Danish Open 2026 vann gull við øgiligum endaspurti til úrslitið 3:54.62. Sí úrslitalistan her á Swimify

Continue reading Líggjas 3:54.62 og gull og stórt føroyskt juniormet í 400 frí

Líggjas 15:52.27 og silvur á Danish Open 2026

Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði nú seinnapartin at vinna eitt sær heiðursmerki afturat á Danish Open 2026, tá ið hann í 1500 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 15:52.27, ið heldur serstakt er neyvt sama tíð sum hann á hesi somu stevnu í fjør vann gull við. Sí úrslistalistan her á Swimify

Líggjas á Swim Open Stockholm 2026. Bjørn S. Sørensen eigur myndina
Continue reading Líggjas 15:52.27 og silvur á Danish Open 2026

Kann Líggjas røkka finalu á EJM 2026?

Nú tað gongur so væl hjá Líggjasi fyri tíðina, er nærliggjandi at hyggja at støðinum í Evropa yvirhøvur. Tíverri er okkurt við junior-styrkislistanum hjá SwimRankings í løtuni – men hyggja vit at EJM í fjør, so sær spennandi út.

Líggjas á Swim Open Stockholm 2026. Bjørn S. Sørensen eigur myndina
Continue reading Kann Líggjas røkka finalu á EJM 2026?