World Cup 2027 verður í Berlin, París og London, við møguleika at kvalifisera seg til OL 2028 í 50 firvald, rygg og bringu

Altjóða svimjisambandið World Aquatics kunngjørdi í gjár, at World Cup 2027 verður í Berlin, París og London, við serligum møguleika at kvalifisera seg beinleiðis til OL í nýggju OL-greinunum 50 firvald, rygg og bringu. Lesið her á World Aquatics

selective focus photography of building
Photo by Pixabay on Pexels.com

Dagfestingarnar eru:

  • 15.-17. oktober 2027: World Cup í Berlin (menn 50 rygg, kvinnur 50 firvald)
  • 22.-24. oktober 2027: World Cup í París (menn 50 firvald, kvinnur 50 bringu)
  • 29.-31. oktober 2027: World Cup í London (menn 50 bringu, kvinnur 50 rygg)

World Aquatics roynir seg her við eini úttøkuskipan sum er óvanlig í øllum førum í nútíðar kappsvimjing, har íðkarar kunnu kvalifisera seg beinleiðis til OL í Los Angeles 2028, við at enda í topp-6 í útvaldari kapping og í útvaldum parti av hesum World Cup. Altso ikki sum vanligt, við at landið hjá teimum úttekur.

Og tað er lítil ivi um at tað verður gjørt m.a. til at skapa áhuga fyri hesum World Cup, eisini nú úttøkukappingarnar eru lagdar so, at t.d. franski Maxime Grousset kann royna eftir úttøku í 50 firvald í París, og bretski Adam Peaty eftir úttøku í 50 bringu í London.

Stevnurnar verða í tiltiknu hallunum SSE Swimming Hall í Berlin, Olympic Aquatics Centre í París, og London Aquatics Centre í London. Talan er allarhelst um stevnur á langgeil, vegna hesar úttøkustevnur til OL ið altíð er á langgeil.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.