Innkalling til eykaaðalfund í Svimjisambandi Føroya – 26. september 2026

Góðu limir í Svimjisambandi Føroya

Starvsnevndin í Svimjisamband Føroya kallar hervið inn til eykaaðalfund í Svimjisambandi Føroya, at verða 26. september 2026. Eykaaðalfundurin er lýstur at verða kl. 13:00, og verður fundurin í útgangstøði avgreiddur talgilt, soleiðis at allir limir hava møguleika at luttaka. Um limur mótmælir talgildum eykaaðalfundi verður eykaaðalfundurin í útgangsstøði hildin í ÍSF-húsinum, Eystara Bryggja 30, Tórshavn.

Vísandi til grein 8 í lóg fyri Svimjisamband Føroya, skal eykaaðalfundur verða lýstur 14 dagar frammanundan. 

Skráin fyri eykaaðalfundin er soljóðandi:

  1. Val av forfólki
  2. Ymiskt

Vart skal í hesum sambandi gerast við, at um valda forfólki verður ein sitandi limur í starvsnevndini, skal nýggjur nevndarlimur eisini veljast.

Uppskot til forfólk skulu sendast til ssf@ssf, við virkandi forfólki, Alva Hjelm við telduposti alvi@ssf.fo, í cc. Uppskot til forfólk skulu verða Svimjisambandinum í hendi í seinasta lagi eina viku undan eykaaðalfundinum, sum er leygardagin 19. september 2026. 

Við svimjikvøðu

Starvsnevndin

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.