Her er úrslitalistin frá AldursBólkaMeistaraStevnuni 2023, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipaðu fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú leygardagin 6. og sunnudagin 7. mai 2023. Úrslitini síggjast eisini her á LiveTiming og her á Swimify

Her er úrslitalistin frá AldursBólkaMeistaraStevnuni 2023, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipaðu fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú leygardagin 6. og sunnudagin 7. mai 2023. Úrslitini síggjast eisini her á LiveTiming og her á Swimify
Elisabeth Erlendsdóttir kunnger á Instagram at hon hevur gjørt munnliga avtalu við Georgia Tech, um at í 2024 byrja á universiteti har.
Her eru luttakaralistarnir til AldursBólkaMeistaraStevnuna 2023, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipa fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú leygardagin og sunnudagin hin 6. og 7. juni 2023. Listarnir síggjast eisini her á Swimify. Ætlanin er at stroyma frá hesi stevnu, á YouTube-rásini hjá SSF
Her er innbjóðing til svimjistevnuna SuSvim Open Mai 2023, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági, leygardagin 20. og sunnudagin 21. mai 2023. Hendan stevna er síðsti kjansur at klára kravtíð til altjóða stevnurnar hjá Svimjisambandi Føroya í summar – NMU, EJM, HM og EM U23.
Elisabeth Erlendsdóttir kappast hetta vikuskiftið í Ocala í Florida, á stevnuni “Florida Senior Circuit Meet #2” sum svimjifelagið FAST skipar fyri. Hetta er stevna í 50m svimjihyli, sí kunning her
Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til Akranesleikar 2023, sum verður á Akranesi í Íslandi hin 2. til 4. juni 2023.
Her eru luttakaralistar til svimjistevnuna sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin hin 22. apríl 2023. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, 1 til 4. Innbjóðingin sæst her
Starvsnevnd SSF og landsliðsvenjarin hava á fundi í kvøld samtykt at vilja taka út hesar svimjarar til Oyggjaleikir 2023:
Hetta eru tey sjey sum hava klárað kravtíð til hesar Oyggjaleikir, umframt fýra afturat grundað primært á hægstu FINA-stig klárað á stuttgeil í kravtíðarskeiðnum.
Image courtesy of bvi4092, CC BY 2.0
Continue reading Úttøka til Oyggjaleikir 2023Ægir (2006) setti á Atlantic Open 2023 stevnuni í kvøld føroyskt juniormet í 4×100 blandað fyri mix-lið, við at svimja 4:16.07 har metið hjá Ægir frá FM á stuttgeil í 2022 var 4:16.83. Tey sum svumu fyri Ægir, vóru Líggjas Joensen (1:02.94 í 100 rygg), Lea O. Højsted (1:14.01 í 100 bringu), Jonna Joensen (1:05.81 í 100 firvald) og Heini M. Askham (53.31 í 100 frí). Sí úrslitalistan her