Fróði Hansen (2008) úr Fuglafjarðar Svimjifelag vann sær í dag silvur á Sumarmót Íslands 2023, tá ið hann í 200 metra bringusvimjing svam seg til úrslitið 2:39.17. Hetta var stórt persónligt met hjá honum, í mun til 2:42.68 á SuSvim Open í januar mánaða.
Áki Eliassen (2006) úr Havnar Svimjifelag vann sær fyri løtu síðani bronsuheiðursmerki á Sumarmót Íslands 2023, tá ið hann í 100 metra firvaldasvimjing svam seg til úrslitið 1:02.91. Hetta er stórt persónligt met hjá honum, í mun til 1:04.20 frá SuSvim Open í januar mánaða.
Bárður Ólavsson (2008) úr Fuglafjarðar Svimjifelag vann sær fyri løtu síðani silvurheiðursmerki á Sumarmót Íslands 2023, tá ið hann í 400 metra blandaðari svimjing svam seg til úrslitið 5:02.64. Hetta er persónligt met hjá honum, í mun til 5:03.43 á SuSvim Open í mai mánaða.
Her eru luttakaralistarnir til FøroyaMeistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna á Langgeil 2023, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa fyri í Páls Høll í Vági, fríggjadagin 16. til sunnudagin 18. juni 2023.
Fyrsti dagur er nú avgreiddur á Sumarmót Ísland 2023, og gekk tað heilt væl hjá okkara unga hópi. Føroysku svimjarnir settu tilsamans 24 persónlig met í 42 royndum, og vunnu trý av teimum hartil bronsuheiðursmerki.
Rebekka Róðinsdóttir (2007) úr Fuglafjarðar Svimjifelag vann sær í dag bronsuheiðursmerki á Sumarmót Íslands 2023, tá ið hon í 200 metra bringusvimjing svam seg til úrslitið 3:00.05. Sí úrslitalistan her
Jonna Joensen (2005) úr Ægir vann sær í dag bronsuheiðursmerki á Sumarmót Íslands 2023, tá ið hon í 100 metra firvaldasvimjing svam seg til úrslitið 1:08.58. Sí úrslitalistan her
Bárður Ólavsson (2008) úr Fuglafjarðar Svimjifelag vann sær í dag bronsuheiðursmerki á Sumarmót Íslands 2023, tá ið hann í 200 metra firvaldasvimjing svam seg til úrslitið 2:21.84.
Hetta var stórt persónligt met hjá honum, í mun til hansara 2:17.55 frá Reykjavík International í januar.
Hetta vikuskiftið eru 15 ungir svimjarar úr Føroyum í Íslandi, har tey fara at kappast á Sumarmót Íslands 2023. Støðan hevur vegna verkfall verið eitt sindur óviss vegna, men eru tey nú klár til um eina løtu at fara at byrja stevnuna í Laugardalslaug í Reykjavík, heldur enn sum upprunaliga ætlað í Ásvallalaug í Hafnarfirði.
Startlistarnir síggjast her. Har verður ikki stroymað frá hesari stevnuni
Starvsnevnd SSF hevur samtykt at vilja bjóða einum hópi av svimjarum til Sumarmót Íslands í Hafnarfirði 10. og 11. juni 2023, harav hesi 15 hava takkað ja:
úr Ægir: Jonna Joensen (2005), Durita M. Askham (2008), Lea Petersen (2009), Ragnhild Jacobsen (2008)
úr FS: Bárður Ólavsson (2008), Fróði Hansen (2008), Rebekka Róðinsdóttir (2007), Margit Højbro (2007), Birita Vesturtún (2007)
úr HS: Villiam Marius Samuelsen (2005), Silas Dam Lindberg (2008), Áki Eliassen (2006), Oddvaldur Leivsson (2008), Jóhanna Katrina Jacobsen (2007)
úr FLOT: Karl Joensen (2005)
Við teimum fara Rúni Gaardbo og Malena Hansen sum venjarar, Rúna Jacobsen sum venjari/leiðari, og Johan Martin Thorsteinsson sum ferðaleiðari.