Fyrsti dagur er nú avgreiddur á Sumarmót Ísland 2023, og gekk tað heilt væl hjá okkara unga hópi. Føroysku svimjarnir settu tilsamans 24 persónlig met í 42 royndum, og vunnu trý av teimum hartil bronsuheiðursmerki.
Úrslitini síggjast her, við leinki til eisini yvirlit yvir møguliga framgongd hjá hesum ymisku, umframt samandrátt yvir framgongdina hjá ymisku hópunum. Føroyar eru í løtuni ovast á listanum, kanska eitt sindur óreint í kapping við svimjifeløg.
Heiðursmerkini í dag, vóru:
- Bárður Ólavsson (2008, FS) 2:21.84 í 200 firvald
- Jonna Joensen (2005, Ægir) 1:08.58 í 100 firvald
- Rebekka Róðinsdóttir (2007, FS) 3:00.05 í 200 bringu
Startlistarnir til í morgin síggjast eisini har í yvirlitinum á SwimRankings, sambært íslendingum dagført í dag.