Út yvir svimjilandsliðið hjá okkum, so hevur SSF eisini sent tveir av okkara altjóða dómarum til EM U23, eins og vit fyrr í summar sendu ein til EJM í Beograd, at hjálpa til og taka til sín. Talan er um tey trý ið eru altjóða dómarar hjá okkum, Rúni Gaardbo til Beograd og so nú Dan Hjelm og Katja Lervig til Dublin.
Dómarar í Dublin. Petur Heðin á Fløtti eigur myndina
Tey eru liðug við fyrsta stevnupart á EM U23, og gekk tað bara heilt væl hjá okkara svimjarum. Tríggir av okkara fýra svimjarum royndu seg hendan fyrsta dagin, og varð tað til eitt persónligt met til hvønn av teimum.
í 200 frí svam Bartal E. Eidesgaard (2003) úr HS 1:57.97 og Heini M. Askham (2006) úr Ægir 1:59.79. Tíðin hjá Heina var persónligt met
í 50 bringu svam Bartal E. Eidesgaard (2003) úr HS 30.00, sum var persónligt met
í 1500 frí svam Líggjas Joensen (2008) úr Ægir 16:36.12, sum var persónlig met
Evropeiska svimjisambandið hevur nú fingið sær sína egnu YouTube-rás, ið millum annað fer at verða brúkt til at stroyma frá EM U23 í Dublin. Ætlanin er at stroyma bæði frá innleiðandi riðlum og finalum. Startlistar og úrslit fara at síggjast her
Dagur 1 – Fríggjadagur 11. august 2023 – Innleiðandi frá kl 09:30
Her eru luttakaralistarnir til EM U23 sum verður í Dublin í Írlandi nú fríggjadagin hin 11. til sunnudagin hin 13. august 2023, við luttøku av eisini fýra føroyskum svimjarum. Sí eisini len.eu
Føroyska landsliðið til EM U23. Atli Vestergård eigur myndina
Nú vit eru komin væl á leið við HM 2023 í Fukuoka, er eingin ivi um at hetta verður eitt av teimum søguligu. Longu fyrsta dagin ruku trý heimsmet, íroknað tað elsta yvirhøvur frá 2008, sum hartil var tað síðsta hjá Michael Phelps, og so nú í gjár tað elsta hjá kvinnum sum Federica Pellegrini átti frá HM í Róm í 2009.
400 blandað menn – Michael Phelps átti metið á 4:03.84 frá OL í Beijing í 2008
400 frí kvinnur – Summer McIntosh átti heimsmetið á 3:56.08 frá í vár
200 frí kvinnur – Federica Pellegrini átti metið á 1:52.98 frá HM í Róm í 2009
Hartil settu avstralsku kvinnurnar heimsmet í 4×100 frí, fyrsta finalukvøldið
25. apríl er altjóða druknivanlukkufyribyrgingardagur, sambært yvirlýsingini hjá Sameindu Tjóðir frá 2021. Tíverri hava vit ikki havt tíð og orku til at varpa ljós á hendan dagin í ár sum í fjør, men er boðskaðurin enn hin sami: Tað kann henda fyri øll, so hav sum tað allarminsta altíð onkran við tær, har vandi er fyri at drukna.
So er tað longu í morgin, at kappsvimjingin á langgeil byrjar á HeimsMeistarastevnuni 2023, her í Fukuoka í Japan. Úr Føroyum eru luttakararnir Elisabeth Erlendsdóttir (2005) úr Havnar Svimjifelag og Líggjas Joensen (2008) úr Ægir, harav Líggjas nú í morgin skal royna seg í 400 metra frísvimjing.
Um góða viku byrjar HeimsMeistarastevnan í kappsvimjing á langgeil 2023, sum í ár verður í Fukuoka í Japan, við luttøku av eisini tveimum føroyskum svimjarum. Fyribils luttakaralistarnir síggjast nú her á heimasíðuni hjá altjóða svimjisambandinum
Okkara 10 svimjarar hava verið óførir, hesar fýra dagarnar á Oyggjaleikum 2023. Heili 26 heiðursmerki varð tað til, og eitt ótal av finaluplássum, har tey í heilum svumu niður ímóti og betri enn sínar bestu tíðir nakrantíð.