Í morgin ári byrjar Danish Open 2023, við innleiðandi frá kl 09:30 danska tíð, sum er frá kl 08:30 her í Føroyum. Til ber at síggja stevnupartarnar beinleiðis her á YouTube, umframt at fylgja við úrslitunum beinleiðis her á livetiming.dk umframt her á Swimify
Author: admin
Skráin klár til Oyggjaleikir 2023
Nú 100 dagar eru til Oyggjaleikir 2023 byrja, hava fyriskipararnir kunngjørt skránna fyri leikirnar, her á guernsey2023.gg. Svimjistevnan verður sum vant í fýra dagar, frá mánadegi 10. juli til hósdag 13. juli.
Summer McIntosh 3:56.08 og nýtt heimsmet í 400 frí
16 ára gamla Summer McIntosh setti í gjár stórt nýtt heimsmet í 400 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hon á kanadisku úttøkustevnuni til HM 2023 svam seg til úrslitið 3:56.08, har avstralska Ariarne Titmus átti heimsmetið á 3:56.40.
It’s her first world record — she holds many world junior and national records.
McIntosh was overrun with emotion after the race as she looked up at her parents cheering in the stands.
The normally composed and reserved teen broke down in tears.
“I’m not a crier,” she told CBC Sports after the race.
“It’s absolutely incredible. I’m not an emotional person. But I was hit with so much emotion. Pure euphoria right now. I’m just so grateful for everyone who got me to this point.”
Sí MSN
Rundskriv um trygdartiltøk í sambandi við svimjiundirvísing í skúlum
Landsstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum hevur hin 24. mars 2023 sent út rundskriv um trygdartiltøk í sambandi við svimjiundirvísing í fólkaskúlum, frískúlum, serskúlum og eftirskúlum, ið millum annað ásetur:
Continue reading Rundskriv um trygdartiltøk í sambandi við svimjiundirvísing í skúlumStartlistar til Danish Open 2023
Nú leygardagin byrjar Danish Open 2023 í Bellahøj Svømmestadion í Brønshøj, við luttøku av eisini føroyskum svimjarum. Luttakaralistarnir síggjast her, ið benda á sterka kapping, hesar fýra dagarnar í Bellahøj.
Úrslit frá Reysta-stevnuni 25. mars 2023
Her eru úrslitini frá svimistevnuni sum Svimjifelagið Reysti skipaði fyri í svimjihøllini í Leirvík, nú leygardagin hin 25. mars 2023. Hetta var svimjistevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, 1 til 3, tilsamans vóru tey eini 128 sum kappaðust í Leirvík í dag.
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2023
Svimjisamband Føroya hevði í kvøld hin 23. mars 2023 sín árliga aðalfund, á Panorama á Hotel Hafnia í Havn. Á skránni var útyvir formansfrágreiðing og framløga av roknskapinum, eisini ein røð av innkomnum málum frá starvsnevndini, og val av næstformanni, skrivara og tiltakslimi.
Continue reading Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2023Úrslit frá HS Open 18. og 19. mars 2023
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni HS Open, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin 18. og sunnudagin 19. mars 2023. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se, her á swimrankings.net og her á tempus.fo
Continue reading Úrslit frá HS Open 18. og 19. mars 2023Luttakaralistar og úrslit frá HS Open 18. og 19. mars 2023
Havnar Svimjifelag skipar nú í vikuskiftinum fyri svimjistevnuna HS Open Mars 2023, í Svimjihøllini í Gundadali. Hetta er næstsíðsti kjansur at klára kravtíð til Oyggjaleikir 2023, á svimjistevnu her heima í Føroyum.
Luttakaralistarnir síggjast her og úrslitini her. Til ber at fylgja við úrslitunum beinleiðis her á livetiming.se
Innbjóðing til Atlantic Open 2023
Her er innbjóðing til svimjistevnuna Atlantic Open 2023, sum verður í Svimjihøllini í Gundadali hin 14. til 16. apríl 2023. Hetta er síðsta stevna her heima, áðrenn kravtíðarskeiðið endar til Oyggjaleikir 2023.