sea city water skyline

Doha 2024 verður avgerandi OL-úttøkustevna hjá liðum til París 2024

Ein heldur kontroversiell detalja í úttøkutreytunum hjá altjóða svimjisambandinum FINA til Olympisku Leikir í París í 2024, er at einans heiðursmerkjavinnandi liðsvimjingar (stafettir) kunnu tryggja sær OL-úttøku longu á HM í Fukuoka í juli 2023, meðan restin síðani skulu kappast um tað aftur á HM í Doha í februar 2024.

sea city water skyline
Photo by Goran Dojčinović on Pexels.com

Trupulleikin við hesum er sjálvsagt, at HM í februar 2024 liggur illa fyri, har minni enn 6 mánaðir áðrenn OL, og nakrar fáar vikur ella mánaðir áðrenn avgerandi OL-úttøkustevnur hjá flestu londum. Svimjararnir mugu royna at toppa fleiri ferðir, ella velja ímillum HM 2024 og sínar úttøkustevnur, har fleiri longu hava frávalt HM.

Tað verður hildið at vera heldur sportsligt eisini, við tað at serliga USA kann væntast at fáa øll síni lið kvalifiseraði longu í Fukuoka í juli 2023, meðan fleiri onnur nú skulu royna at fáa enn eina topping at passa inn í venjingarætlanina, fram ímóti OL 2024 í París.

Lesið t.d. SwimmingWorld Magazine

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.