Úttøkuskipan til HM 2023 í Fukuoka

Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til komandi HeimsMeistarastevnu, sum verður í Fukuoka í Japan frá 14. til 30. juli 2023, har sjálv svimjistevnan á langgeil er frá 23. til 30. juli 2023. Við fyrivarni fyri møguligum feilum ella komandi brotingum.

Image courtesy of ioa8320, Pixabay License Free for commercial use, No attribution required

Nógv flott úrslit hjá føroyingum á Reykjavík International 2023

Íslendska svimjisambandið skipaði í vikuskiftinum fyri Reykjavík International 2023, har eisini ein rúgva av føroyskum svimjarum luttóku. Hóast avbjóðingar við seinkaðari flogferðslu, so vóru úrslitini yvirhøvur góð hjá okkara svimjarum, og svumu tey seg til nógv finalupláss og heiðursmerki.

the sun voyager
Photo by Jerry Ndombe on Pexels.com
Continue reading Nógv flott úrslit hjá føroyingum á Reykjavík International 2023

SSF ætlan fyri uttanlanda stevnur í 2023

Góðu tit øll,

Tykkum til kunningar, so samtykti starvsnevnd SSF í gjárkvøldið at vilja fyrireika luttøku á fylgjandi stevnum í 2023, har Oyggjaleikir sum kunnugt er fráboðað fyrr:

  • Danish Open í Brønshøj 1. – 4. apríl 2023 (opin bólkur)
  • Akranesleikar á Akranesi 2. – 4. juni 2023 (ung)
  • EJM í Beograd 4. – 9. juli 2023 (juniorar)
  • NMU í Jönköping 8. – 9. juli 2023 (ung)
  • Oyggjaleikir á Guernsey 8. – 14. juli 2023 (opin bólkur)
  • HM í Fukuoka 23. – 30. juli 2023 (opin bólkur)
  • EM U23 í Dublin 10. – 13. august 2023 (árgang 2001 og yngri)
  • World Cup í Berlin í oktober 2023 (opin bólkur)
  • NM/NJM í Tartu 1. – 3. desember 2023 (opin bólkur og juniorar)
  • EMS í Bucharest 5. – 10. desember 2023 (opin bólkur)
Foto av Tanaka Nobukazu form PxHere
Continue reading SSF ætlan fyri uttanlanda stevnur í 2023

Líggjas 16:47.36 og gull í 1500 frí á Reykjavík International 2023

Líggjas Joensen úr Ægir vann fyri løtu síðani gull á Reykjavík International 2023, tá ið hann í 1500 metra frísvimjing á langgeil svam seg til úrslitið 16:47.36, frammanfyri íslendska Magnus Vidir Jónsson á 16:48.78 og slovakiska Richard Urban á 17:15.40.

Continue reading Líggjas 16:47.36 og gull í 1500 frí á Reykjavík International 2023

Lea 34.31 og føroyskt met í 50 bringu

Lea Osberg Højsted úr Ægir svam seg í kvøld til flott føroyskt met og juniormet í 50 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á Reykjavík International 2023 svam næstbestu tíð av øllum, 34.31 sekund.

Lea í Laugardali. Janus M. Joensen eigur myndina
Continue reading Lea 34.31 og føroyskt met í 50 bringu