the sun voyager

Nógv flott úrslit hjá føroyingum á Reykjavík International 2023

Íslendska svimjisambandið skipaði í vikuskiftinum fyri Reykjavík International 2023, har eisini ein rúgva av føroyskum svimjarum luttóku. Hóast avbjóðingar við seinkaðari flogferðslu, so vóru úrslitini yvirhøvur góð hjá okkara svimjarum, og svumu tey seg til nógv finalupláss og heiðursmerki.

the sun voyager
Photo by Jerry Ndombe on Pexels.com

Nógvar betringar

Úrslitini síggjast nú her á SwimRankings, har til ber at síggja millum annað hvussu væl svimjararnir svumu í mun til undanfarnar bestu tíðir. Og tað sær gott út – hjá Ægir svumu øll 10 bestu tíð í onkrari grein, hjá HS øll 13, hjá FS øll 6, og hjá SuSvim 8 av 14. Tað eru sera góð tøl, fyri eina stevnu í januar mánaða.

Føroysk met og juniormet

Tvey føroysk met varð tað til, umframt 1 juniormet, tá ið fyrst Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) fríggjakvøldið setti nýtt føroyskt met og juniormet í 50 bringu við tíðini 34.31, og síðani Róland Toftum (1998, SuSvim) sunnukvøldið nýtt føroyskt met eisini í 50 bringu við tíðini 29.36.

Føroysk heiðursmerki

Føroyingarnir vunnu tilsamans 1 gull, 1 silvur og 4 bronsur í opna bólkinum, og 9 gull, 6 silvur og 10 bronsur í yngru bólkunum. Á yvirlitinum her sæst hvør ið vann hetta ymiska, har vit síggja m.a. at Líggja Joensen (2008, Ægir) var tann stóri heiðursmerkjaslúkurin, við 1 gull og 2 bronsum í opna bólkinum, umframt 5 gull í yngra bólkinum.

Opin bólkur

FelagGullSilvurBronsa
Ægir14
HS1

Yngru bólkar (gentur 14 og yngri, og dreingir 15 og yngri)

FelagGullSilvurBronsa
Ægir53
SuSvim321
FS145
HS1

Besta avrik

Líggjas Joensen (2008, Ægir) hevði eisini besta avrik av øllum teimum sum hoyrdu til yngru bólkarnar, tá ið hann í 1500 metra frísvimjing gull bæði í opna og yngra bólkinum, við tíðini 16:47.36 sum gav 646 FINA stig. Fyri tað varð hann heiðraður har í Laugardalshøllini, og fekk onkra gávu afturfyri.

Besta avrik av øllum føroyingum, átti Róland Toftum (1998, SuSvim), tá ið hann setti metið í 50 metra svimjing, við tíðini 29.36 sum gav 690 FINA stig.

Besta avrik hjá føroyskum kvinnum, átti Eyðrið Mortensen (2003, HS), tá ið hon í 200 frí svam seg til 2:11.23 og 638 FINA stig, meðan Bjarta í Lágabø (2009, SuSvim) átti besta úrslit hjá yngri kvinnum, tá ið hon í 50 rygg svam seg til 32.31 og 582 FINA stig.

Sum heild

Sum heild ein væleydnað stevna, serliga tá ið hugsað verður um FS, HS og SuSvim høvdu avbjóðingar við flogferðsluni, so at tey ikki náddu fram til fyrsta partin fríggjakvøld, og tí, vegna blíðskap frá íslendingum, ‘sloppu’ at svimja teir 50-metrarnar afturat vanligu innleiðandi riðlar, leygarmorgunin.

Ægir høvdu valt at ferðast yvir longu mánadagin, og vórðu tí ikki ávirkaði av trupulleikunum við flogferðsluni. Til hesa stevnu vóru tað feløgini sjálvi sum skipaðu fyri ferð og luttøku, soleiðis sum vit hava havt tað nú í nøkur ár.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.