Lea 34.31 og føroyskt met í 50 bringu

Lea Osberg Højsted úr Ægir svam seg í kvøld til flott føroyskt met og juniormet í 50 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á Reykjavík International 2023 svam næstbestu tíð av øllum, 34.31 sekund.

Lea í Laugardali. Janus M. Joensen eigur myndina

Ásbjørg Hjelm úr Ægir átti føroyska metið á 34.45 frá FM á langgeil í 2017, umframt føroyska juniormetið á 34.61 frá Reykjavík International í 2015. Besta tíð hjá Leu áðrenn hetta, var 34.94 frá SuSvim Open fyrr í ár.

Lea er av góðum grundum víðari til A-finaluna, sum verður í annaðkvøld.

2 thoughts on “Lea 34.31 og føroyskt met í 50 bringu”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.