Líggjas gull á Skagerak Swim 2026

Úrslitini frá Skagerak Swim 2026 síggjast nú her á SwimRankings, har vit m.a. síggja at Líggjas Joensen (2008, Ægir) vann 4 gull og setti persónligt met í 50 frí og 200 blandað, umframt at Aalborg Svømmeklub var besta felag, sum er felagið har hann venur í Danmark.

Líggjas á DMJ á stuttgeil 2024. Líggjas eigur myndina.

Her síggjast úrslitini hjá Líggjasi og Aalborg Svømmeklub

Hann vann hesi heiðursmerki

  • 200 frí við tíðini 1:52.17
  • 800 frí við tíðini 8:15.05
  • 200 rygg við tíðini 2:14.89
  • 200 blandað við tíðini 2:15.40

Persónligu metini vóru

  • 25.02 í 50 frí, í mun til 25.33 frá 2024
  • 2:15.40 í 200 blandað, í mun til 2:17.52 frá 2024

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.