Sera góð úrslit eisini fyrsta finalukvøld á NM/NJM 2023

Aftur í kvøld gekk tað væl hjá teimum føroysku svimjarum sum høvdu kvalifiserað seg til fyrsta finalukvøld á NM/NJM 2023 í Tartu í Estlandi. Bartal setti føroyskt met í 100 bringu, Líggjas vann sær gullnál í 400 frí, Isak var bara tríggjar hundraðpartar frá bronsuni í 100 firvald, og dreingirnir settu junior-landsliðsmet í 4×200 frí.

Føroyska liðið á NM/NJM 2023 í Tartu. Rúna Jakobsen eigur myndina
Continue reading Sera góð úrslit eisini fyrsta finalukvøld á NM/NJM 2023

Liðið framkomið til Estlands

Tað var egentliga í gjár, og hava tey so havt dagin í dag til at royna hylin osfr. Í morgin ári byrjar kappingin. Við í hópinum er eisini umboð fyri Parasport Føroyar.

Tey byrja at kappast kl 09:30 í morgin ári, Tartu-tíð, sum er kl 07:30 her í Føroyum

Landsliðið hjá SSF og Parasport Føroyar í Tartu. Rúna Jakobsen eigur myndina

Bjarta besta avrik á Køge Open 2023

Tað gekk væl eisini hjá suðuroyingum í dag – Bjarta í Lágabø (2009) og Jórun Winther (2011) vunnu heiðursmerki, og Bjarta vann hartil heiðurin fyri besta avrik mált í FINA-stigum.

Continue reading Bjarta besta avrik á Køge Open 2023

Heiðursmerki til HS bæði morgun og kvøld á Køge Open 2023

Tey hildu áfram at vinna heiðursmerki í dag, eisini hjá Havnar Svimjifelag. Serliga Jóhannis í Stórustovu hevur havt eina góða stevnu – men tey heilsa úr Danmark, at allir HS-svimjararnir hava betrað seg

Continue reading Heiðursmerki til HS bæði morgun og kvøld á Køge Open 2023

Lea gull eisini í 100 bringu á Køge Open 2023

Í kvøld megnaði Lea Osberg Højsted (2008) úr Ægir at vinna gull eisini í 100 metra bringusvimjing á Køge Open 2023, afturat gullheiðursmerkinum í 200 bringu í gjár. Hetta var í aldursbólkinum 16 ár og eldri, har Lea svam 1:12.22, ið er so skjótt sum bara hon og Ásbjørg Hjelm nakrantíð hava svomið, av føroyskum kvinnum.

5 gull til SuSvim í Køge í kvøld

Tær báðar Bjarta í Lágabø og Jórun Winther vinda burtur úr hinum í sínum aldursbólkum á Køge Open 2023, fyrst í teimum kappingum sum verða avgreiddar í leypi av innleiðandi riðlunum í Køge og Herfølge, og síðani aftur í finaluriðlunum í Køge. Einar 5 gull og 1 bronsu varð tað til, nú í kvøld.

Continue reading 5 gull til SuSvim í Køge í kvøld

Gull og bronsur til HS bæði í Herfølge og í Køge

Tað gongur sera væl hjá eisini teimum ungu svimjarunum úr Havnar Svimjifelag, nú á Køge Open 2023, har nógv heiðursmerki vórðu vunnin fyrst í Herfølge í morgun, og síðani í Køge Svømmehal í kvøld.

Continue reading Gull og bronsur til HS bæði í Herfølge og í Køge