Líggjas 51.68 og føroyskt met og juniormet í 100 frí

Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði nú fyrrapartin at seta nýtt føroyskt met og juniormet í 100 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hann í innleiðandi riðlunum á Danish Open 2026 svam seg til úrslitið 51.68. Sí úrslitalistan her á Swimify

Líggjas á Swim Open Stockholm 2026. Bjørg S. Sørensen eigur myndina

Líggjas átti sjálvur metini á 51.71 frá Vest Junior/Senior Langbane 2026 í Esbjerg í mars mánaða. Áðrenn tað var tað Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) sum átti føroyska metið, á 51.83 frá EM U23 í Slovakia í fjør.

Úrslitið hjá Líggjasi rakk til pláss í C-finaluni seinnapartin, men hevur hann meldað avboð frá henni. Tað er óivað tí at besti riðil í 1500 frí er beint áðrenn hesa finalu, hartil Líggjas hevur bestu tilmeldingartíð.

Har vóru onnur avboð eisini, so at Líggjas hevði endað í B-finaluni, um hann valdi at luttaka í finalu. Saman um tikið endar hann sum nr 17 av 109 í hesum 100 frí.

Líggjas hevur til nú sett 1 føroyskt met og 4 føroysk juniormet, á Danish Open 2026

  • 8:09.08 og føroyskt juniormet í 800 frí – 789 AQUA-stig og silvurheiðursmerki
  • 1:49.83 og føroyskt juniormet í 200 frí – 801 AQUA-stig í innleiðandi riðlunum
  • 1:49.31 og føroyskt juniormet í 200 frí – 812 AQUA-stig og gullheiðursmerki
  • 51.68 og føroyskt met og juniormet í 100 frí – 745 AQUA-stig í innleiðandi riðlunum

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.