Líggjas Joensen (2008, Ægir) betraði aftur í dag um føroyska juniormetið í 200 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hann í A-finaluni á Danish Open 2026 vann gull við tíðini 1:49.31, har metið hjá honum frá í morgun var 1:49.83. Sí úrslistalistan her á Swimify

Pál Joensen (1990, SuSvim) eigur føroyska metið á 1:48.98, frá Danish Open í 2012. Besta tíð hjá Líggjasi var 1:51.73 áðrenn betringarnar nú í morgun og í dag, frá Vest Junior/Senior Langbane í mars mánaða.
Líggjas hevur til nú sett 3 føroysk juniormet á hesi stevnu, tær tríggjar ferðir sum hann hevur roynt seg á stevnuni:
- 8:09.08 og føroyskt juniormet í 800 frí – 789 AQUA-stig og silvurheiðursmerki
- 1:49.83 og føroyskt juniormet í 200 frí – 801 AQUA-stig í innleiðandi riðlunum
- 1:49.31 og føroyskt juniormet í 200 frí – 812 AQUA-stig og gullheiðursmerki
Hetta er alt greitt undir kravtíðirnar til EM og EJM 2026, sum eru 750 AQUA-stig til EM og 700 AQUA-stig til EJM. EJM verður í Týsklandi í juli og EM í Fraklandi í august.
Í morgin skal Líggjas royna seg í 100 frí um morgunin, har hann hevur rímiligan kjans at koma víðari til finalu, og síðani seinnapartin í besta riðli í 1500 frí.
