Kann Líggjas røkka finalu á EJM 2026?

Nú tað gongur so væl hjá Líggjasi fyri tíðina, er nærliggjandi at hyggja at støðinum í Evropa yvirhøvur. Tíverri er okkurt við junior-styrkislistanum hjá SwimRankings í løtuni – men hyggja vit at EJM í fjør, so sær spennandi út.

Líggjas á Swim Open Stockholm 2026. Bjørn S. Sørensen eigur myndina

EJM 2025 í Samorin í Slovakia

  • 200 frí: 1:50.56 gav pláss í hálvfinalu, og 1:49.33 í finaluni
    – Líggjas svam 1:49.31 nú í í gjár
  • 400 frí: 3:55.49 gav pláss í finaluni
    – Líggjas svam 3:55.46 í síðstu viku
  • 800 frí: 8:05.11 gav pláss í finaluni
    – Líggjas svam 8:09.08 nú fyrradagin
  • 1500 frí: 15:23.83 gav pláss í finaluni
    – Besta tíð hjá Líggjasi er 15:42.98 frá EJM í fjør

Nú eru tíðir í dag ikki tað sama sum tíðir í summar, og støðið tykist sum heild at vera vaksandi hjá viðkomandi svimjarum í Evropa.

Men, tað byrjar at líkjast 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.