Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði nú seinnapartin at vinna eitt sær heiðursmerki afturat á Danish Open 2026, tá ið hann í 1500 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 15:52.27, ið heldur serstakt er neyvt sama tíð sum hann á hesi somu stevnu í fjør vann gull við. Sí úrslistalistan her á Swimify

Tíðin er hansara næstbesta nakrantíð, ið sum hann sum sagt kláraði eisini í fjør. Besta tíðin hjá honum nakrantíð, er 15:42.98 frá EJM í fjør.
Luttøkan hjá Líggjasi til nú á Danish Open 2026:
- 8:09.08 og føroyskt juniormet í 800 frí – 789 AQUA-stig og silvurheiðursmerki
- 1:49.83 og føroyskt juniormet í 200 frí – 801 AQUA-stig í innleiðandi riðlunum
- 1:49.31 og føroyskt juniormet í 200 frí – 812 AQUA-stig og gullheiðursmerki
- 51.68 og føroyskt met og juniormet í 100 frí – 745 AQUA-stig í innleiðandi riðlunum
- 15:52.27 í 1500 frí – 765 AQUA-stig og silvurheiðursmerki
Øll hesi úrslitini eru betri enn kravtíðirnar á 700 AQUA-stig til EJM í München í Týsklandi í juli mánaða, og á 750 AQUA-stig til EM í París í Fraklandi í august.
