Líggjas Joensen (2008, Ægir) setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt juniormet í 200 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hann í innleiðandi riðlunum á Danish Open 2026 svam seg til úrslitið 1:49.83. Sí úrslitalistan her á Swimify

Líggjas átti sjálvur juniormetið á 1:51.73, frá Vest Junior/Senior Langbane í mars mánaða. Pál Joensen (1990, SuSvim) eigur føroyska metið á 1:48.98, frá Danish Open í 2012, sum var ta ferðina tá ið Pál m.a. hjálpti dønum at kvalifisera seg til OL í Rio í 4×200 frí.
Líggjas kvalifiseraði seg nú til A-finaluna seinnapartin í hesi grein, við bestu tíð av øllum. Andreas Hansen úr AGF hevði næstbestu tíðina 1:50.18, og éin hevur frægari tilmeldingatíð enn tíðin hjá Líggjasi nú, nevniliga Oskar Lindholm úr AGF við 1:49.45.
Finalan verður kl 17:36, seinnapartin
