Líggjas 8:09.08 og stórt føroyskt juniormet í 800 frí

Líggjas Joensen (2008, Ægir) setti í dag stórt nýtt føroyskt met í 800 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hann á Danish Open 2026 í Bellahøj í Keypmannahavn svam seg til úrslitið 8:09.08, sum eisini rakk til silvurheiðursmerki á hesi stevnu. Sí úrslitalistan her á Swimify

Líggjas á Swim Open Stockholm 2026. Bjørg S. Sørensen eigur myndina

Óli Mortensen (1996, HS) átti juniormetið á 8:13.74, frá Mare Nostrum stevnuni í Canet-en-Roussillon í 2014.

Líggjas er nú hin næstskjótasti føroyingurin nakrantíð á hesum teini, aftanfyri Pál Joensen (1990, SuSvim) á 7:45.95 og frammanfyri Óla Mortensen (1996, HS) á 8:10.94.

Besta tíð hjá Líggjasi sjálvum í hesi grein áðrenn hetta, var 8:15.05 frá Danish Open í fjør. Tað vil siga, at hann betraði nærum 6 sekund um sína bestu tíð.

Úrslitið nú gevur eini 789 AQUA-stig, og er væl yvir kravið til bæði EM og EJM í summar.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.