Annar dagurin er farin afturum á NM/NJM 2025 í Reykjavík, og vóru har góðar løtur eisini hjá føroyingum. Oddvá Nattestad (2006, HS) setti heimsmet í 100 bringu fyri kvinnur SB19 við tíðini 1:26.27, Isak Brisenfeldt setti føroyskt met og varð norðurlendskur meistari í 200 firvald við tíðini 1:59.01, og NJM-dreingirnir settu føroyskt juniorlandsliðsmet í 4×100 blandað við tíðini 3:56.32.

Heimsmet
Oddvá Sedea D. Nattestad (2006, HS) hevur sum skilst sett nýtt heimsmet í 100 bringu fyri kvinnur S19, við tíðini 1:26.27
NM- og NJM-finalur
- Líggjas Joensen (2008, Ægir) varð við 15:36.98 nr 6 í NJM-finaluni í 1500 frí
- Bjarta í Lágabø (2009, SuSvim) varð við 1:04.10 nr 6 í NJM-finaluni í 100 rygg
- Andrias Mellemgaard (2009, HS) varð við 38.91 nr 7 í NM-finaluni í 50 bringu SB1-19
- Heini M. Askham (2006, Ægir) varð við 51.77 nr 7 í NM-finaluni í 100 frí
- Oddvá Nattestad (2006, HS) varð við 1:26.27 nr 6 í NM-finaluni í 100 bringu SB1-19
- Isak Brisenfeldt (2006, HS) vann við 1:59.01 gull og setti føroyskt met í NM-finaluni í 200 firvald
- Dreingirnir vórðu við 3:56.32 nr 6 og settu føroyskt landsliðsmet í NJM-finaluni í 4×100 blandað
Úrslitini síggjast øll her á Swimify
