NM/NJM 2025 er nú liðugt avgreitt, har eisini føroyingar gjørdu vart við seg. Oddvá Nattestad (2006, HS) setti heimsmet í 50 bringu fyri kvinnur S19, Líggjas Joensen (2008, Ægir) vann silvur í 200 frí, og dreingirnir settu eftir øllum at døma stórt nýtt føroyskt landsliðsmet í 4×100 frí.

Heimsmet
Oddvá Sedea D. Nattestad (2006, HS) hevur sum skilst sett nýtt heimsmet í 50 bringu fyri kvinnur S19, við tíðini 37.81
NM- og NJM-finalur
- Isak Brisenfeldt (2006, HS) varð við 24.78 nr 5 NM-finaluni í 50 firvald
- Bjarta í Lágabø (2009, SuSvim) varð við 2:22.39 nr 8 í NJM-finaluni í 200 rygg
- Oddvá Nattestad (2006, HS) varð við 37.81 nr 5 í NM-finaluni í 50 bringu fyri S1-19
- Fróði Hansen (2008, Ægir) varð við 2:20.69 nr 6 í NJM-finaluni í 200 bringu
- Andrias Mellemgaard (2009, HS) varð við 2:34.90 nr 8 í NM-finaluni í 200 frí fyri S1-19
- Líggjas Joensen (2008, Ægir) vann við 1:48.38 silvur í NJM-finaluni í 200 frí
- Isak Brisenfeldt (2006, HS) varð við 1:48.93 nr 6 í NM-finaluni í 200 frí, og Heini M. Askham (2006, Ægir) nr 8 við 1:55.09
- Dreingirnir (2008) vórðu við nýggjum landsliðsmeti 3:32.19 nr 7 í NJM-finaluni í 4×100 frí
Øll úrslitini síggjast her á Swimify
