Føroyskt met, heiðursmerki og heimsmet á NM/NJM 2025

Fyrsti dagur er farin afturum á NM/NJM 2025, og varð tað til bæði føroyskt met, juniormet, heiðursmerki og heimsmet til føroyskar svimjarar.

Heimsmet

Oddvá Sedea D. Nattestad (2006, HS) hevur sum skilst sett nýtt heimsmet í 50 frí fyri kvinnur S19, við tíðini 30.34

NM- og NJM-finalur

  • Líggjas Joensen (2008, Ægir) varð við 3:52.80 nr 4 í NJM-finaluni í 400 frí
  • Heini M. Askham (2006, Ægir) varð við 4:02.59 nr 8 í NM-finaluni í 400 frí
  • Isak Brisenfeldt (2006, HS) varð við 54.09 nr 4 í NM-finaluni í 100 firvald
  • Lea O. Højsted (2008, Ægir) vann við 2:30.72 bronsu í NJM-finaluni í 200 bringu. Hetta var nýtt føroyskt met og juniormet.
  • Andrias Mellemgaard (2009, HS) varð við 1:24.27 nr 6 í NM-finaluni í 100 bringu fyri SB9
  • Fróði Hansen (2008, Ægir) varð við 1:04.22 nr 8 í NJM-finaluni í 100 bringu. Hetta var nýtt persónligt met.
  • Junior-dreingirnir (2008) vórðu við 7:40.86 nr 8 í NJM-finaluni í 4×200 frí.

Øll úrslitini síggjast her á Swimify

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.