Tey hava avgreitt innleiðandi riðlarnar á NM/NJM 2025 í Reykjavík, og eru fleiri føroyingar komnir víðari til finalur, umframt at nøkur persónlig met eru sett.

- 400 frí menn: Líggjas Joensen (2008, Ægir) víðari við 3. bestu tíð av øllum, og bestu hjá juniorum. Heini M. Askham (2006, Ægir) hartil víðari til NM-finalu
- 100 firvald menn: Isak Brisenfeldt (2006, HS) víðari til NM-finalu
- 200 bringa kvinnur: Lea O. Højsted (2008, Ægir) víðari til NJM-finalu
- 100 bringa menn: Fróði Hansen (2008, FS) víðari til NJM-finalu við nýggjum persónligum meti 1:04.69
Oddvá Sedea D. Nattestad (2006, HS) hevur sum skilt sett nýtt heimsmet í 50 frí fyri kvinnur S19, við tíðini 30.34
Hartil setti Andrias Mellemgaard (2009, HS) nýtt persónligt met í 50 frí fyri kvinnur S9, við at svimja 31.51
Og hartil setti Silas Dam Lindberg (2008, HS) nýtt persónligt met í 50 frí fyri menn, við tíðini 24.60
Sí øll úrslitini her á Swimify
