Luttakaralistar til EMS 2025

Evropameistarastevnan á stuttgeil 2025 verður í Lublin í Póllandi í næstu viku, við luttøku av eisini fýra føroyskum svimjarum. Luttakaralistarnir síggjast nú her á heimasíðu EA, sum benda á harða kapping, men eisini møguleika fyri at staðfesta stig 2 í úrvalsskipan ÍSF, sum er at røkka topp-32 á EM, HM ella OL.

aerial view of new town hall near city buildings in lublin poland
Photo by Anna Holodna on Pexels.com

Føroysku tilmeldingarnar eru:

  • Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) 22.60 í 50 frí (#60 av 70)
  • Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) 49.27 í 100 frí ( #62 av 77)
  • Líggjas Joensen (2008, Ægir) 1:47.80 í 200 frí (#62 av 81)
  • Líggjas Joensen (2008, Ægir) 3:48.74 í 400 frí (#38 av 64)
  • Líggjas Joensen (2008, Ægir) 7:55.67 í 800 frí (#30 av 38)
  • Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) 27.83 í 50 bringu (#53 av 61)
  • Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) 1:00.51 í 100 bringu*
  • Lea O. Højsted (2008, Ægir) 26.87 í 50 frí (#45 av 48)
  • Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) 28.03 í 50 rygg (#28 av 37)
  • Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) 1.00.26 í 100 rygg*
  • Lea O. Højsted (2008, Ægir) 32.11 í 50 bringu (#40 av 43)
  • Lea O. Højsted (2008, Ægir) 1:08.89 í 100 bringu (#39 av 43)
  • Lea O. Højsted (2008, Ægir) 1:04.95 í 100 blandað*

*Okkurt galið við hesum listum, so at styrkismetingin ikki er røtt

Føroyingarnir luttaka hartil í 4×50 frí og 4×50 blandað fyri mix-lið, har tað sær út til at møguleikarnir eru OK at enda í topp-32, í øllum førum í aðrari liðsvimjingini.

Føroyskir svimjarar hava longu fleiri ferðir staðfest, at vit hoyra til á stigi 2 í úrvalsskipan ÍSF, tá ið tað kemur til kappsvimjing bæði sum einstaklingar og sum lið. Men, tað er væl altíð gott at staðfesta støðið, og at leggja svimjarar afturat sum einstaklingar ella sum partur av eini liðsvimjing.

EM á stuttgeil 2025 verður í Lublin í Póllandi frá týsmorgni 2. desember til sunnukvøld 7. desember 2025. Við teimum fýra, eru ferðaleiðari Sabina Poulsen og venjari Jon Hestoy, umframt at Rakul í Lágabø og Dan Hjelm eru við sum dómarar.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.