Íslendingar skipa nú í vikuskiftinum fyri Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2025, í Laugardalslaug í Reykjavík. Úr Føroyum luttaka 10 svimjarar, íroknað 2 para-svimjarar, og sær tað út til at møguleikin fyri heiðursmerki er heilt hampuliga góður. Sí startlistarnar her á Swimify

Svimjararnir úr Føroyum, eru
Til NM 2025
- Heini Mohr Askham (2006, Ægir)
- Isak Brisenfeldt (2006, HS)
Til NJM 2025
- Fróði Hansen (2008, Ægir)
- Lea Osberg Højsted (2008, Ægir)
- Bjarta í Lágabø (2009, SuSvim)
- Líggjas Joensen (2008, Ægir)
- Silas Dam Lindberg (2008, HS)
- Bárður Ólavsson (2008, Ægir)
- Liðsvimjing dreingir (2008)
Til Para-NM 2025
- Andrias Mellemgaard (2009, HS)
- Oddvá Sedea D. Nattestad (2006, HS)
Við teimum eru ferðaleiðari Sabina Poulsen og venjarar Rúni Gaardbo og Barbara Debes, umframt fyri Parasport Føroyar Katrin Dagbjartsdóttir.
NM/NJM er millumlanda stevna fyri norðurlond íroknað baltisku londini, og eru øll 9 lond umboðað á hesari stevnu, við tilsamans 216 svimjarum: Danmark (36), Estland (27) , Føroyar (10), Finland (23), Ísland (25), Lettland (2), Litava (18), Noregi (40), Svøríki (35).
Kappast verður í 6 stevnupørtum
- Frí 28/11 frá kl 09:30 – Innleiðandi riðlar
- Frí 28/11 frá kl 17:00 – Finalur
- Ley 29/11 frá kl 09:30 – Innleiðandi riðlar
- Ley 29/11 frá kl 17:00 – Finalur
- Sun 30/11 frá kl 09:30 – Innleiðandi riðlar
- Sun 30/11 frá kl 17:00 – Finalur
Úrslitini fara at kunna síggjast her á Swimify
Íslendingar ætla at stroyma frá hesari stevnu, og er kostnaðurin 2000 ISK (~100 DKK)
