Føroysk úrslit fjórða morgun á Danish Open 2023

Føroyskir svimjarar royndu seg aftur nú í morgun á Danish Open 2023, sum er síðsti dagur á hesi stevnu. Eini fýra finalupláss bleiv tað til, umframt eini trý persónlig met.

  • í 100 firvald varð Jonna Joensen (2005) nr 36 av 51 við 1:07.46, og Jóhanna Ólavsdóttir (2007) nr 45 við 1:08.69
  • í 400 frí svam Líggjas Joensen (2008) seg í B-finalu við 4:13.52, meðan Heini M. Askham varð nr 36 av 39 við 4:21.41. Tíðin hjá Líggjasi er persónligt met, í mun til hansara 4:15.79 frá Reykjavík International í januar
  • í 200 bringu svam Lea O. Højsted (2008) seg í C-finalu við 2:46.11
  • í 100 bringu svam Róland Toftum (1998) seg í B-finalu við 1:06.03, men hevur meldað frá hesari finalu, meðan Bartal E. Eidesgaard (2003) nr 26 við 1:08.95, og Jón Hofgaard (1992) nr 27 við 1:09.32. Tíðin hjá Jón er persónligt met, í mun til hansara 1:10.01 frá Reykjavík International í januar
  • í 200 rygg svam Elisabeth Erlendsdóttir (2005) seg í B-finalu við 2:23.29, meðan Eyðrið Mortensen (2003) svam seg í C-finalu við 2:27.36, men meldaði frá so at Bjarta í Lágabø (2009) í staðin er í C-finaluni við 2:30.81. Tíðin hjá Bjartu var persónligt met, í mun til hennara 2:30.96 frá SuSvim Open í januar
  • í 50 frí varð Alisa Vestergård (2003) nr 50 av 62 við 28.16, meðan Jonna Joensen (2005) varð nr 58 við 28:54 og Lea O. Højsted nr 59 við 29.18
  • í 50 firvald varð Isak Brisenfeldt (2006) nr 49 av 68 við 26.66

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.