Nú seinnapartin avgreiddu tey síðstu finalur á Danish Open 2023, við eisini føroyskari luttøku. Líggjas svam undir kravtíð til EM U23, og hann og Bjarta setti persónlig met
- í B-finaluni í 400 frí varð Líggjas Joensen (2008) nr 3 við 4:08.06, og endaði sostatt sum nr 11 av 39. Hetta var stór betring av hansara persónliga meti á 4:13.52 frá í morgun, og hartil undir kravið til EM U23 í Dublin í august
- í C-finaluni í 200 bringu varð Lea O. Højsted (2008) nr 6 við 2:46.48, og endaði sostatt sum nr 22 av 42
- í C-finaluni í 200 rygg varð Bjarta í Lágabø (2009) nr 7 við 2:30.31, og endaði sostatt sum nr 23 av 32. Tíðin er persónligt met hjá Bjartu, í mun til 2:30.81 frá í morgun
- í B-finaluni í 200 rygg varð Elisabeth Erlendsdóttir nr 3 við 2:21.17, og endaði sostatt sum nr 11 av 32